Ein skuldi ikki trúð, at talan er um ein barnagarð. Her er so friðarligt, at ein ivast í, um nakar yvirhøvur er her inni.
Skógvar, klæðir og mateskjur síggjast í gongdini, so her eiga at vera onkur børn herinni, hóast alt. Ájú, skjótt gongur sjón fyri søgn.
Lurtar ein eina løtu, hoyrist ein barnarødd, sum er í ferð við at siga frá einum ella øðrum. Lurtar ein enn betri eftir, hoyrist at tað er ein genta sum íðin sigur frá.
Innkomin í barnarúmið sæst orsøkin til friðin í flokkinum. Og her sæst eisini, at børnini sita í ringi og lurta við stórum oyrum eftir Karlu, sum situr har so fitt á sínum stóli og klemmar hundin Lady.
Tað er hon sum hevur orðið og sigur frá tí, sum hon og hundurin upplivdu eftir at barnagarðurin var liðugur í gjár.
- Ja, vit fóru heim og ótu so døgurða. Og aftaná spældu vit lego, áðrenn vit fóru við mammu at keypa inn, greiðir Karla frá.
Hini børnini sita pinnastill og lurta eftir samtaluni, millum Karlu og starvsfólkið Beintu Olsen. Hon dugir sera væl at fáa ta seks ára gomlu gentuna at siga frá upplivingum sínum.
Tað er týðiligt at merkja, at børnini fegin vilja fylgja gongdini hjá Lady, sum er á ferð millum børnini. So líðandi fáa eina longu og fjølbroyttu lívssøgu hansara at vita.
Bomm ella hundamat
Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík lat upp fyri góðum átta árum síðani. Skal nakað sigast um sjálvan stovnin, so liggur hann í sera náttúruríkum umhvørvi, nær fjøru, haga, áum, vøtnum og bøi.
Ein partur av dagsskránni er at fáa samling uppá børnini fyrst á morgni. Tí verður her, eins og so manga aðrastaðni, við at børnini sita í ringi og gera ymiskt saman.
Beint nú er hundurin Lady á skránni, og síðani í gjár hevur hann búð saman við Karlu Rasmussen og húsfólki hennara í Saltangará. Og hesar tímarnar hava tey bæði upplivað mangt og hvat, og sum Karla eisini dugir at siga frá.
Eitt punkt á skránni kvøldið fyri var tað at fara til handils. Men sigast má, at Lady veit rættiliga, hvat tað er at fara til handils: Hon vildi ikki fara yvir til bommdeildina, men fór beina leið til hillina við hundamati.
- Eg haldi, at Lady var eitt sindur svong, tí tá vit seinni fóru til ommu, át hon øgiliga nógv, greiðir Karla frá.
Eftir ein so langan og drúgvan dag - fyrst í barnagarðinum í Æðuvík og seinni á ferð við Karlu - var Lady vorðin troytt. Og tá Karla fór í song, fór Lady eisini í song.
Pissaði í song
Hóast onkur partur av frásøgnini hjá Karlu er detaljeraður, hevur tað einki at siga fyri børnini. Tey sita líka still og lurta, og nú tá hon fer at víðari í frásøgn síni, kemur láturin fram.
- Vit tit hvat hendi í nátt?, spyr Karla. Hini spíla oyruni út. - Hon pissaði í song. Og øll bresta út úr at flenna. - Og mamma, hon var ikki blíð, leggur Karla aftrat.
Tá tær vaknaðu um morgunin, gjørdu tær seg klárar at fara til Æðuvíkar. Men tær vóru uppi í so góðari tíð, at tær fingu eisini tíð at spæla eina løtu saman.
- Eg spældi dukkur, men Lady spældi við ein Barbie-bil, greiðir Karla frá.
Tað eru seinastu orðini frá henni í frásøgnini um eitt samdøgur saman við hundinum Lady. Nú skal lutur kastast um, hvør skal heim við Lady í dag.
Beint fer eftir krukkurin við øllum nøvnunum á, og tekur ein seðil við einum navni burturúr.
- Liam eigur hundin í dag, sigur Beinta út í rúmið. Men trupulleikin er bert hann, at Liam gongur ikki í barnagarðinum longur.
Hon tekur eitt navn aftrat, men viðkomandi er ikki í barnagarðinum, og tað er tann triði heldur ikki.
- Marius! Hann er her, sigur hon. Marius kemur fram til Karlu, sigur góðan morgun og fer avstað við hundinum.
Huldusteinur
Marius fær eina lítla løtu í friði og náðum við Lady, men ikki so leingi.
Klokkan er farin at nærkast 11 og veðrið er soleiðis, at til ber at fara uttandura. Og fyri ein barnagarð, sum hevur slagorðið at náttúran er teirra spælipláss, er hetta ein gerandiskostur fyri børnini. Ikki nakað tey hugsa um. Men bara ein natúrligur partur í dagsskránni.
- Ja, í dag fara vit niðan á Huldustein, sigur Beint við børnini. Tey skunda sær út í gongina, og byrja beinanvegin at lata seg í góðu og heitu klæðini.
Tað ræður um at skunda sær út í náttúruna. Her má eingin løta fara til spillis.
At fara út, er nakað sum tey gleða seg til. Spurningurin er bara, hvussu leingi aftrat. Líkt er nevniliga til, at einasti náttúrubarnagarðurin í landinum má lata aftur.
Tað verður longu í summar.
Skiftandi árstíðir
Náttúrubarnagarðurin Víkin lat upp 11. mars 202. Stovnurin er ætlaður børnum í aldrinum 4–5 ár. Stovnurin liggur í sera náttúruríkum umhvørvi, nær fjøru, haga, áum, vøtnum og bø.
Eitt av endamálunum við barnagarðinum er hetta:
Børnini mennast sjálv sosialt, likamliga og málsliga við at vera saman við øðrum børnum og vaksnum, røra seg úti í náttúruni, kenna ymisk náttúrufyribrigdi, árstíðirnar og umhvørvið annars. Samstundis hevur hetta við sær, at málið mennist hjá barninum.
Málað altartalvu
Í náttúrubarnagarðinum Víkin í Æðuvík eru tey rættiliga kreativ, bæði uttandura og innandura.
Ein part av tí kreativa virkseminum var at gera ein kross sum altartalvu til missiónshúsið í bygdini, og sum liggur í sama bygningi sum barnagarðurin.
Børnini fingu sum uppgávu at mála eina plátu í part við ávísum litum, og sum kunnu skiftast út eftir litunum í kirkjuárinum.