Útibarnagarðurin “Víkin” læt upp mars 2002. Síðan tá hava umleið 100 børn gingið í Útibarnagarðinum. Barnagarðurin heldur til í Missiónshúsinum í Æðuvík.
Vanliga letur barnagarðurin upp klokkan 7.45. Børnini fáa morgunmat um tey ynskja tað, meðan onnur spæla við ymist.
Umleið klokkan 10 er ein samling har tey syngja, hoyra søgu og fáa frukt. Aftaná byrja tey at gera seg klár at fara út.
- Vit lata okkum í eftir veðrinum, og vit fara út so gott sum í øllum veðri, verður sagt úr barnagarðinum.
Sjórænarasteinur
Tá tey fara út verða børnini býtt sundur í tveir bólkar, við 12 í hvørjum. Tey hava matpakkar, mjólk og vatn við.
- Tað er ordiliga deiligt at eta úti. Onkur finnur sær ein góðan stein at sita á, meðan onkur annar setur seg á bøin.
Meðan børnini eta, hoyra tey teir ymisku fuglarnar syngja fyri teimum. Og tey síggja smálombini leita eftir mammu síni.
Børnini og starvsfólkini fara somuleiðis ymiskar túrar, til dømis oman í fjøruna har tey fanga og fiska krabbar, marflugur og annað livandi. Niðri í fjøruni er eisini ymiskt sum skolar upp, so har verður mangt og hvat funnið. Hagin verður ofta vitjaður, har børnunum dáma væl at klatra á ymsum stórum steinum.
- Børnini hava haraftrat givið teimum nøvn, so sum Tarvasteinurin og Sjórænarasteinurin, verður sagt.
Tarvasteinurin hevur eitt band bundi um seg, soleiðis at børnini kunnu klintra upp á hann.
Til myllurnar
Grillin verður ofta tikin við, og tað halda børnini er sera stuttligt.
- Nú tá vit hava verið í haganum hava vit funnið nógv tjaldursegg og likkuegg. Vit gleða okkum eisini til spógva-, mýrisnípu- og æðureiðrini fara at koma, siga starvsfólkini í útibarnagarðinum.
Alt hetta er kortini bert ein partur av tí, sum tey gera í Æðuvík.
Børnunum dáma sera væl at spæla á einum staði, ið kallast í Promsgili og við Fossdalsá.
- Vit ganga eisini niðan til myllurnar, og hava vit hug og orku verður eisini farið til tey trý vøtnini sum eru har uppi. Tey eita Nesvatn, Vøruvatn og Starvatn.
- Og so gongur leiðin heimaftur í Útibarnagarðin, har vit fáa millummála. So byrja foreldrini so líðandi at koma eftir børnunum, verður sagt. Útibarnagarðurin letur aftur klokkan 17.15.
Í dag hevur útibarnagarðurin eina myndaframsýning í kommunuskrivstovuni í Runavík við nøkrum av tí, sum tey takast við í Æðuvík.










