Náttúran á dagsskránna í Miðlahúsinum

Flokkarnir fara mikukvøldið at svara spurningum frá lívfrøðingum um burðardygga veiðu, friðing av koralløkjum, kemikaliulóg, CO2 og veðurlagsbroytingum og grønum gjøldum Nú valstríðið er byrjað og umhvørvi og náttúra mest sum dagliga verða brúkt sum valagn, fara Lívfrøðingafelagið og Miðlahúsið at skipa fyri einum pallborðsfundi, har eitt umboð úr hvørjum flokki fær høvi at greiða nærri frá og svara spurningum um umhvørvi og náttúru.

Á Trapputinginum sleppa flokkarnir at føra teirra sjónarmið fram og greiða frá, hvørjar ætlanir teir hava um at fremja munagóðar broytingar innan náttúru- og umhvørvislóggávu og -fyrisiting í Føroyum.

Evnini, sum Lívfrøðingafelagið hevur valt at seta í focus á Trapputinginum, eru burðardygg veiða, friðing av koralløkjum, vantandi kemikaliulóggáva, CO2 og veðurlagsbroytingar og grøn avgjøld.

Við at seta fokus á umhvørvi og náttúru í valstríðnum, fer tað vónandi at verða lættari at vita hvørjir flokkar hava visjónir og evni til at føra ein skilagóðan náttúru- og umhvørvispolitikk í komandi valskeiði.

Eisini vónar Lívfrøðingafelagið, at pallborðsfundurin kann økja møguleikarnar fyri at givnu vallyftini innan umhvørvi og náttúru, ikki verða gloymd, men hildin!

Trapputingið verður sent beinleiðis á Rás 2. Innan pallborðsfundin fer Sosialurin at hava greinar um evnini, sum ætlanin er at viðgera.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Miðlahúsið mikukvøldið 9. januar 2008, kl. 19.30 til eitt áhugavert politiskt pallborð, sigur Lívfrøðingafelagið í tíðindaskrivi.