DBU og Parken hava nú reist endurgjaldskrav móti áskoðaranum, sum í fyrraárið leyp inn á vøllin eftir dómaranum, tá Danmark og Svøríki spældu í Parkini. Parkin hevur reist endurgjaldskrav upp á sjey milliónir fyri mista inntøku, meðan DBU kreuvr 1,9 milliónir. Áskoðarin varð í desember mánaði í 2007 dømdur 20 daga fongsul fyri harðskap móti týska dómaranum, Herbert Fandel.