Eldraøkið
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Klaksvíkar kommuna fer nú undir at byggja nýtt ellis- og røktarheim. Tað varð samtykt á býráðsfundinum týskvøldið 23. Juni. Ætlanin er, at røktarheimið skal kunna hýsa 48 búfólkum,skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
- Grundin til at vit valdu at byggja so stórt, er tann ovhonds stóri tørvurin á røktarheimsplássum, har serliga tann akutti tørvurin er stórur, sigur Elsebeth G. Hansen, forkvinna í sosialu nevnd, sum eisini staðfestir, at hesin tørvurin minkar ikki komandi næstu árini.
Skapar nógv virksemi
- Henda verkætlanin kemur at skapa nógv arbeiði í kommununi beinanvegin, so skjótt sum byggingin byrjar, greiðir Elsebeth G. Hansen frá.
Um ætlanin verður gjøgnumførd at byggja røktarheim til 48 búfólk, so fer tað at geva arbeiði upp til 72 starvsfólk í røktarheiminum. Her er talan um fastar og støðugar inntøkur, sum svarar til umleið 3 milliónir í kommunuskatti árliga.
- Hendan samgongan valdi, at eldraøkið skuldi hava høga raðfesting, og skal henda verkætlanin síggjast í ljósinum av hesum. Hendan verkætlanin skal eisini síggjast í ljósinum av, at allir búskaparfrøðingar eru samdir um, at tað er júst í ringum tíðum, at tað almenna skal gera íløgur, leggur Elsebeth G. Hansen dent á.
Gongst sum ætlað, kemur nýggja ellis og røktarheimið at liggja væl fyri í fjølbygdum øki í býnum við góðum útsýni hjá búfólkunum. Eftir ætlan kemur nýggja røktarheimið at liggja vestaru megin vágna sunnan fyri Heimaru Kai. Atkomumøguleikarnir skulu vera av teim bestu, verður sagt av heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
- Sum forkvinna í sosialu nevnd gleðist eg stórliga um, at alt býráðið atkvøddi fyri hesum uppskotinum, og er hetta ein styrki fyri hesa verkætlan, sigur Elsebeth G. Hansen.