Nýtt rák: Meira hár

Tað rakaða rákið er nærmast burtur. Framyvir fara kvinnur at lata hárið veksa, í trussunum og undir arminum So er nítiárini burtur.

 

Tann annars vælumtókta brasilianska voksviðgerðin, har kvinnur beina burtur øll hár á kroppinum, er við at verða burtur. Eitt heldur villari rák er ávegis. Tað er tí at kvinnurnar eru við at taka valdið, sigur sociolog Emilie Van Hauen við jp.dk

 

- Kvinnur eru við at fáa meira vald í samfelagnum, og tað merkir, at vit hugsa um okkum sjálvar sum kvinnur. Vit tíma ikki at ganga runt sum 12 ára gamlar hárleysar gentur, sigur hon við Jyllandsposten.

 

- Vit fara tó ikki at síggja buskar eins og í sjeytiárunum, men nakað, ið heldur líkist einari frisuru, sigur hon.

 

Tað er millum annað fíggjarkreppan sum er orsøkin til, at hárini sleppa at veksa aftur.

- Serstakliga gjøgnum vælferðarárini hava vit sæð spabylgjuna vinna frama, og við tí kom idealið um tað slætta og perfekta. Men nú vil fíggjarkreppan allarhelst vísa, at minni peningur er til slíkt, og ístaðin fyri spa fara vit at dyrka felagsskapir og tað meira einfalda ? tað lodna lívið, sigur Emilie Van Hauen.