Eftir ætlan skulu Fuglfarða og Nes sóknar prestagjald skipast av nýggjum, og fer hetta væntandi at viðføra, at vit innan stutta tíð hava fingið enn eitt prestagjald her á landi, Glyvra prestagjald.
Hetta merkir, at bygdirnar frá Runavíkini til Skipanes, umframt Rituvík, verða skipaðar undir nýggja prestagjaldinum, og og at Gøturnar síðani verða lagdar afturat tí, sum tá er eftir av Nes sóknar prestagjaldi.
Fuglafjarðar prestagjald kemur sostatt at fevna um somu bygdir sum frammanundand, Gøturnar tó undantiknar.
Enn er ikki endalig avgerð tikin hesum viðvíkjandi, men Hans Jacob Joensen, bispur, sigur við Sosialin, at málið í løtuni liggur hjá Kirkjumálaráðnum.
Um knappan mánað
Verður ætlanin veruleiki, fer hetta samstundis at merkja, at nýggjur prestur skal setast í Glyvra prestagjaldið, sum tað ætlandi skal nevnast. Enn er sjálvsagt einki avgjørt í so máta, men verður starvið lýst leyst at søkja til ta tíð.
Hans Jacob Joensen greiður annars frá, at hann enn ikki veit, nær eitt møguligt býti av prestagjøldunum skal fara fram, men at hann tó munnliga er kunnaður um, at hetta helst verður longu 1. mars.
Um so verður fæst helst skjótt av vita, tí neyðugt er við kongaligari resolutión, soleiðis at Margretha Drotning skal skriva undir










