Nýtt pápabarsilsfarloyvi

Løgtingið hevur samtykt at broyta Barsilsskipanina, so hon gevur pápum møguleikan at fara í barsilsfarloyvi fyrstu 14 vikurnar eftir føðing, um mamman doyr Tað var Tjóðveldi, sum átti uppskotið, og 23 tingmenn atkvøddu fyri tí. Eingin atkvøddi ímóti.

Men fyrst skerdi Tingið uppskotið eftir tilmæli frá samgongulimunum í Vinnunevndini, sigur Kringvarpið. Meiriluti var í Tinginum fyri at strika møguleikan hjá pápum eisini at fáa hendan møguleikan, tá mamman er ov sjúk at hava barnið.

Vinnumálaráðið og partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga fyrst at kanna, um hendan broytingin skal gerast, heldur meirilutin í Løgtinginum.