Oljufund
Mikudagin kunngjørdi stóra oljufelagið ChevronTexaco, at tað saman við norska Statoil, danska Dong og eysturríkska OMV hevði gjørt eitt stórt oljufund á Atlantsmótinum, ella neyvari 9 fjórðingar eystan fyri føroyska markið. Í tíðindaskrivi frá ChevronTexaco verður sagt, at fundið varð gjørt í heyst, tá boriskipið West Navigator boraði ein 3600 metrar djúpan brunn. Rakt varð við bæði olju og gass í tveimum støðum, Rosebank og Lochnagar. Einki verður sagt um, hvussu stórt fundið er annað enn, at tað er eitt týðandi fund. Keldur vilja tó vera við, at talan kann vera um hálva milliard tunnur av olju, og tað merkir, at hetta verður eitt tað størsta fundið, sum er gjørt á bretskum øki í mong ár.
Hjá ChevronTexaco eru tey væl nøgd við nýggja fundið, sum eftir øllum at døma hevur fingið felagið at ásanna, at teirra strategi við at velja Atlantsmótið út sum eitt av sínum kjarnuøkjum í heiminum, hevur verið røtt. Nógvir pengar eru brúktir her, og nú vísir tað seg, at hetta hevur verið ein røtt satsing. George Kirkland, forseti fyri "ChevronTexaco Overseas Petroleum sigur, at fundið er grundarlag fyri framhaldandi vøkstri í økinum og skundar undir kanningar og leiting á Atlantsmótinum sum eitt økið við "high-impact opportunities around the world." Gary Luquette, forseti og stjóri fyri "ChevronTexaco Upstream Europe" sigur, at tey eru sera fegin um úrslitið av boringini, sum gevur teimum nýggjar vónir. Hetta er eitt framúr høvi og ger, at felagið fer at halda fram við sínum virksemi í økinum og gera íløgur her.
Hann vísir eisini á, at felagið í boringini á so djúpum vatni í einum heilt nýggjum umhvørvi ger alt fyri at tryggja sær, at alt fer fram, sum tað eigur, tá hugsað verður um árinið á umhvørvið. Í hesum sambandi hevur felagið útvegað sær týðandi vitan um lívið á havbotninum rundan um boriholið. Ein frágreiðing fer at verða almannakunngjørd um júst henda partin av arbeiðinum, sum hevur til endamáls betur at skilja vistfrøðina í tí lítið kenda djúphavsumhvørvinum. Til endmálið hevur felagið brúkt ein ómannaðan og sera væl útgjørdan kavbát, sum kann taka myndir og gera vísindaligar kanningar heilt niður á stór dýpi. Í hesum føri var talan um eitt dýpi uppá 1100 metrar.










