Talan er um bretska oljufelagið DANA, sum er eitt av teimum meðalstóru oljufeløgunum, sum hevur havt eydnuna við sær við at raðfesta og keypa seg inn í leitiloyvi , sum eiga góðar møguleikar at goyma olju og gass. DANA og Faroe Petroleum hava havt eitt gott samstarv í mong ár. Nú fara hesi bæði oljufeløgini inn í eitt ítøkiligt samstarv við boring fyri eygað.
Sosialurin hevur spurt Graham Stewart, stjóra í Faroe Petroleum, hvat hann hevur at siga til, at DANA nú er partur av boringini av Anne Marie brunninum.
-Vit halda sjálvi, at Anne Marie brunnurin er áhugaverdur, og tann sannroynd, at Dana nú hevur gjørt av at vera partur av hesi boriverkætlan, vísir, at teimum eisini dáma væl loyvi 005.
Dana hevur keypt burtur av partinum hjá ENI, sum er fyristøðufelag. Helst verður parturin hjá Dana 40%. ENI, sum hevði 75%, fer eftir hetta at standa fyri 35%, meðan Faroe Petroleum og japanska Cieco hava 12,5% hvør. Tað var japanska felagið, sum keypti helvtina av partinum hjá Faroe Petroleum, sum upprunaliga hevði 25%. Afturfyri hevur Cieco átikið sær at gjalda kostnaðirnar í sambandi við boringina hjá føroyska felagnum.
Faroe Petroleum luttekur annars í tveimum leitiloyvum saman við Dana, einum vestan fyri Hetland, sum verður borað í summar og einum í Noregi.
Á heimasíðuni hjá Dana stendur m.a.:
”Other growth in 2008 included Dana farming into the SE July concession in Egypt; into Licence 005 in the Faroe Islands which contains the Anne Marie prospect; into UKCS Southern North Sea Block 48/1a where Dana will earn a 40% interest; as well as a multi-block swap in Norway with Det Norske Oljsekap. Each of these commercial transactions has enhanced Dana's asset portfolio and delivered some exciting short-term drilling opportunities.”










