Búskaparráðið hevur nú skipað seg við Thomas Dam, sum formanni. Hinir limirnir í ráðnum eru Durita Tausen og Gunn Danielsen.
Nakrar broytingar eru gjørdar í sambandi við at nýtt Búskaparráð er sett. Ráðið telur nú bara tríggjar limir ístaðin fyri sjey. Og heldur enn at seta egnan skrivara, er avtalað gjørd við Landsbankan, sum skal virka sum skrivstova hjá ráðnum.
Tað verður nú kravt av ráðnum, at tað kemur við tveimum konjunkturfrágreiðingum um árið; einari frágreiðing 1. mars og so eini dagføring av hesari 1. september.
Í tíðindaskrivið sigur nýggi formaðurin fyri Búskaparráðið, at tað er ikki gjørligt at koma við eini fullfíggjaðari frágreiðing longu 1. september í ár, men at tað verður miðað ímóti at koma við eini minni frágreiðing seinri í heyst.