Útgáva
Páll Finnur Páll gav í sambandi við Ólavsøkukonsertina triðju fløguna Fram á hermótið út. Vit hittu teir báðar Páll Hammer og Finn Jensen og prátaðu við teir um fløguna, framførsluna á Ólavsøkukonsertini og komandi framførsluna á Summar Festivalinum.
Hava tað stuttligt
Tað ljóðaði longu fyri fleiri árum síðan, at Páll Finnur Páll fóru at gevast á toppinum, og tí er nærliggjandi at spyrja, um hetta er síðsta fløga hjá bólkinum?
- Nei, vit hava longu tilfar til í øllum førum eina fløgu afturat, sigur Páll og Finnur leggur afturat:
- So leingið, sum vit hava tað stuttligt saman, allir eru vinmenn, og fólk enn tímir at lurta eftir okkum, so er eingin orsøk til at gevast. Eg veit væl, at vit áður hava sagt, at vit ætlaðu at gevast toppinum, men sum er, er eingin orsøk til at gevast. Eg skal ikki siga tað, at um eingin dámar hesa fløguna, at støðan ikki verður ein onnur.
Pen fløga
Nýggja fløgan brýtur rættiliga nógv frá seinastu fløguni, ljóðblandið er penari. Ljóðblandarin á teimum báðum undanfarnu fløgunum, Jón McBirnie, situr ikki longur handan blandiknøttarnar, ístaðin er poppframleiðarin Hans Poulsen valdur. Hetta hoyrist aftur. Rokkljóðið á seinastu fløgu er lagt á hillina, á tann hátt liggur fløgan tættari ta fyrstu fløguna, Bermenn.
- Tað liggur í tí melodiska í sangunum, at hendan fløgan er eitt sindur penari enn Førist, greiður Finnur frá.
- Ljóðið var gott á Førist, men vit vóru ikki allir heilt nøgdir við tað. Summir vildu heldur aftur til hitt gamla. Vit vekta allir tað melodiska høgt og valdu at brúka Hans Poulsen til ljóðblandingina, tí hann við sínum rótum í gospel útgávum t.d. Salt hevur víst, at hann dugur væl hetta. So vit vitaðu, um hann var við uppá tað, og tað var hann beinanvegin. Eg haldi, at hann hevur gjørt tað gott. Hann er øgiliga professionellur, og alt gekk sum smurt, greiður Finnur frá.
Upptøkurnar av fløguni hava limirnir sjálvir staðið fyri og upptøkurnar eru gjørdar í egnum upptøkuhølum. Hetta hevur sambært teimum bæði fyrimunar og vansar. Eitt nú var fløgan 90% liðugt upptikin fyri 18 mánaðum síðan, og síðan tá hava teir arbeitt við smálutum og við at fínpussa. Hetta er gott fyri endaliga úrslitið, men hevur eisini seinkað útgávuni.
Vorðnir vaksnir
Tað er ikki bert á tí tónlistarliga økinum, at Páll Finnur Páll hevur flutt seg.
- Eg haldi vit eru blivnir eitt sindur meira vaksnir, tekstirnir hjá Páll Oddur eru t.d. ikki líka fúlir sum áður, sigur Finnur.
- Men tú hoyrir álíkavæl enn, at tað eru vit, leggur Páll afturat.
- Man hoyrir samstundis eisini uppaftur betur munin á, hvat eg havi skrivað, og hvat Páll Oddur hevur skrivað, man sær vit útvikla okkum ymiskt, vísir Finnur á.
Finnur hevur seinastu árini arbeitt nógv sum einstaklingur og saman við øðrum tónleikarum enn teimum í Páll Finnur Páll, sjálvur metur hann, at hetta hevur verið mennandi.
- Eg fái nýggjar impulsir, og havi okkurt nýtt við inn í Páll Finnur Páll, sum bólkurin eisini tekur til sín, og so møtist man í miðjuni.
Skerd útgávukonsert
Ólavsøkukonsertin var útgávukonsert fyri nýggju fløguna, men sambært teimum báðum var hetta ein blanda uppliving. Teir eru samdir um, at tað er skilagott, at Føroya Undirhaldstónleikarafelag hevur valt at leita sær hjálp við fyriskipanini. Eins og teir eru glaðir fyri at somikið væl av fólki møtti upp. Teir halda at tað var stuttligt at spæla fyri teimum. Men samstundis vóru teir noyddir at skera sína spæliskrá niður í helvt, tí at aðrir bólkar ikki hildu seg til tað tíðina, ið teir høvdu fingið tillutaða, uttan at fyrireikararnir gjørdu nakað við hetta.
- Tað er keðiligt, at gera eina skrá, sum byggir upp til tað heilt stóra klimaksið, og so at klimaksið ikki kemur, sigur Páll og Finnur heldur fram:
- Vit máttu so velja, hvørji løg vit skuldu lata vera við at spæla, og vit valdu so at geva fólkinum tað, sum tey vildu hoyra, nevniliga øll hittini. So tí var nokkso nógv av tí nýggja tilfarinum skorið burt.
Hetta er sjálvandi harmiligt, tá talan er um útgávukonsert.
Gleða seg til Summar Festivalin
Í vikuskiftinum fer Páll Finnur Páll aftur á pall, og tá verður tað ikki við skerdari skrá. Summar Festivalurin hevur aftur í ár bjóðað bólkinum til Klaksvíkar. Hetta er ein framførsla, ið teir gleða seg til.
- Vit spældu har í fjør og tað var ræðuliga stuttligt. Tá spældu vit tíðliga, og tað var gott lív í, í ár spæla vit eitt sindur seinni, so tá átti tað at verið uppaftur betri, so tað gleða vit okkum nógv til. Vit eru har fyri teirra skuld, so vit vóna at áskoðararnir fara at hugna sær, sigur Finnur.
- Vit rokna við, at áskoðararnir nokk vera eitt sindur eldri enn tey, sum vit vanliga spæla fyri, og tað er spennandi. Tað hevur riggað væl at spælt fyri teimum eldru á eitt nú G!. Tey vóru næstan villari enn tey ungu, leggur Páll afturat.
Ein gevaldig æra
Páll Finnur Páll eru fleiri ferðir samanbornir við størsta klaksvíksbólkin nakrantíð Frændur. Hetta er ein samanbering, sum limirnir eru sera ernir av.
- Eg haldi at Frændur eru tað størsta frambrotið nakrantíð í føroyskum tónleiki, tí er tað ein gevaldig æra at verða samanbornir við teir. Okkara stóri dreymur er at sleppa at spæla eina stóra felagskonsert við Frændum, har vit allir eru á palli í senn, greiður Finnur frá.
- Ja, eina konsert har vit spæla teirra løg og teir okkara, leggur Páll afturat. Samanberingin er rættiliga nærliggjandi, serliga tí, at hesir bólkar framum nakrar aðrar í Føroyum megna at fáa eina fjøld at syngja við, tá teir spæla síni egnu løg. Blandingin av orðum, ið eru líkatil og viðgera viðkomandi evni og fangandi melodiskum løgum rakar í báðum førum beint í hjarta á føroysku fólkasálini. Páll Finnur Páll hevur tó ongantíð lagt seg eftir at ljóða sum Frændur. Limirnir hava allir ymiskar bólkar, ið teimum dámar, men felags er, at allir dáma teir væl Beatles.
- Tað melodiska fellur okkum natúrligt. Vit hava allir gott oyra, vil eg pástanda. Men vit eru ikki heimsins bestu tónleikarar, so tað fellur okkum natúrligt at gera einfaldan tónleik, hjá okkum eru akkordirnar berandi, sigur Finnur
- Vit gera tónleik, sum vit halda vera feitan, og gera soleiðis tónleik til okkum sjálvar, vísir Páll á
Enn eru mál
Hóast Páll Finnur Páll hevue spælt á flest øllum føroyskum pallum, og hava metið á 15 teimum bestu, so eru enn mál, ið bólkurin fegin vil røkka.
- Okkara sangir eru komnir í sangbøkur, tað eru vit glaðir fyri. Men tá eg var til ólavsøkusangin, so hugsaði eg, at tað hevði veriið stuttligt at fingið fólk at sungið Páll Finnur Páll løg har, t.d. kundu tey sungið Herbergið, sigur Finnur.
- Ella kundu tey sungið lúraran ístaðin fyri Eitt sunnukvøld í plantasjuni, tað hevði ikki verið verri, heldur Páll, áðrenn teir fara víðari til venjing við hinum limunum í bólkinum.