Nýtt og gott gamalt í Danmark

Fleiri høvdu væntað, at Anders Fogh Rasmussen fór at manna stjórnina við yngri kreftum, men so varð ikki

Anders Fogh Rasmussen hevur givið tekin um, hvør skal loysa seg av sum floksformann og forsætis­ráð­harra­evni hjá Vinstra, men tann nýggja stjórnin boðar ikki frá tí ættar­liðs­skifti, sum fleiri danskir eygleiðarar høvdu roknað við.

Kanska heldur tvørtur­ímóti. Tann einasti úr tí yngra ættarliðnum, sum slapp upp í part, er vinstra­maðurin Troels Lund Poul­sen, sum skal umsita um­hvørv­ismál.

Í hinum aldursendanum var tað óvæntað, at vinstra­kvinnan Birthe Rønn Horn­bech kom í stjórnina, har hon umsitur innflytara- og kirkjumál. Tað er alment kent, at Birthe Rønn Horn­bech og Danski Fólka­flokk­urin hava ikki drigið eina línu í spurningum um inn­flyt­arar, og eygleiðarar tulka tilnevningina av henni sum eitt tekin frá forsætis­ráðharranum um, at hann er sinnaður at snara eitt sindur frá teirri hørðu kósini hjá stuðulsflokkinum.

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at forsætisráðharrin hevur valt at fáa sær eina stjórn, sum er sett saman av royndum politikarum, samstundis sum ráðharravalið boðar frá, at hann vil hava eina meiri ágangandi stjórn.

3. stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen:

 

Forsætisráðharri: Anders Fogh Rasmussen.

Búskaparráðharri: Bendt Bendtsen.

Fíggjarmálaráðharri:Lars Løkke Rasmussen

Uttanríkisráðharri: Per Stig Møller.

Vælferðarmálaráðharri: Karen Jespersen

Arbeiðsmarknaðarráðharri: Claus Hjort Frederiksen.

Løgmálaráðharri: Lene Espersen.

Heilsumálaráðharri: Jacob Axel Nielsen

Innflytaramálaráðharri: Birthe Rønn Hornbæk

Umhvørvismálaráðharri:Troels Lund Poulsen

Orku- og veðurlags­mála­ráðharri: Connie Hedegaard

Mentamálaráðharri: Brian Mikkelsen.

Kenslumálaráðharri: Bertel Haarder

Vísindamálaráðharri: Helge Sander.

Samferðslumálaráð­harri: Carina Christensen

Matvørumálaráðharri: Eva Kjer Hansen.

Menningarmálaráð­harri: Ulla Tørnæs.

Verjumálaráðharri: Søren Gade.

Skattamálaráðharri: Kristian Jensen.