Vinnuting
Tá sjálvt vinnutingið á Vónini varð liðugt seinasta fríggjadag, var rundvísing á virkinum, har fólk høvdu høvi at síggja bæði skrivstovur, framleiðsluhallir og hylin, sum í sínari tíð varð bygdur til royndir við trolreiðskapi.
Hjalmar Petersen segði, at Vónin liggur inni við einari vørugoymslu, sum hevur eitt leypandi virði av umleið 30 miljónum krónum.
Hann vísti á, at umráðandi er at gera góð, løtt og sterk trol, soleiðis at oljunýtslan hjá skipum ikki verður størri enn neyðugt.
- Tað ræður um, at fiskiveiða er burðardygg og fer so væl við umhvørvinum sum gjørligt.
Hjalmar Petersen nevndi, at eitt nú skipini, sum fiska makrel, tóva við umleið 6-7 míla ferð, og í slíkum føri er ikki minst umráðandi, at reiðskapurin ikki er ov tungur.
Stórir meskar
Í stóru framleiðsluhøllini vísti stjórin á Vónini okkum eitt nú stóru meskarnar, sum eru í eitt nú pelagisku trolunum.
- Meskarnir fremst í einum makreltroli eru upp í 64 metrar langir. Hetta kann tykjast løgið, men hesir hava til uppgávu at reka fiskin, sum at enda møðist og dettur aftur í trolið.
Hesa løtu, vit stóðu við meskarnar, visti Sigurd Simonsen, fyrrverandi skipari, sum eisini er borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, eina áhugaverda søgu at siga.
Saman við Olafi Olsen, fyrrverandi skipara og reiðara, mintist Sigurd aftur á tíðina, tá hugskotið um at veksa um meskarnar fremst í trolinum tók seg upp.
- Eg minnist í 1976-1977, tá vit fóru at eksperimentera við størri meskum. Eg var tá skipari við Leivi Øssurssyni.
Sigurd segði, at hann minnist, tá meskarnir vóru 80 sentimetrar.
- Sum hvørt, sum hetta vísti seg at rigga, vuksu meskarnir upp í ein metur, tveir metrar, tríggjar metrar og so víðari, til teir at enda eini tvey ár seinni vóru komni upp í einar 16 metrar.
Olaf Olsen samtykti og segði seg eisini minnast hesa tíðina væl.
- Jú, vit eiga avgjørt ein part av æruni fyri, at meskarnir gjørdust so stórir, sum teir eru dag og soleiðis eisini í royndunum at menna slíkan trolreiðskap, segði Sigurd Simonsen brosandi.









