Nýtt norðuratlantiskt farmaflutningsfelag

Nýggja farmaflutningsfelagið, sum Smyril Line og danska farmaflutningsfelagið, Blue Water, hava stovnað, eitur Smyril Blue Water. Felagið bjóðar sínum viðskiftafólkum ein serstakan flutningshátt fyri rullandi farm við stuttum flutningstíðum

Nýtt felag

Smyril Blue Water bjóðar sínum viðskiftafólkum ein serstakan flutningshátt fyri rullandi farm millum Norðurlond, Evropa og londini í Norðuratlantshavi. Talan er um beinleiðis flutning á hjólum allan vegin frá sendara til móttakara. Á tann hátt kann felagið t.d. flyta fisk og aðrar kølivørur í óbrotnari køliketu uttan at umskipa farmin.
Smyril Line, og danska farmaflutningsfelagið, Blue Water, hava í felag stovnað nýggja felagið.
Smyril Line hevur í meira enn 20 ár rikið ferðafólka- og farmaflutning á Norðuratlantshavinum, og eitt týdningarmikið stig varð tikið, tá felagið yvirtók nýggju Norrönu í 2003. Norröna er umframt at vera bygd til ferðafólkaflutning eisini bygd til farm, og hon kann taka upp í 130 trailarar.
Blue Water hevur ræði á einum vælskipaðum flutningskervi. Felagið hevur eitt stórt netverk av flutningsstøðum í Danmark og meira enn 300 lastbilar á evropeisku lands- og motorvegunum.

Tættari samstarv
Smyril Line og Blue Water hava í fleiri ár samstarvað á farmaøkinum, og við nýggja farmaflutningsfelagnum fara partarnir í tættari samstarv um rullandi farmin, tí nýggja felagið er tað einasta á marknaðinum, sum bjóðar ro/ro flutning á Norðuratlantshavinum.
Nýggja felagið skal avgreiða, samskipa og marknaðarføra farmaflutningin. Felagið keypir síðani pláss um borð á Norrönu og á flutningskervinum hjá Blue Water.
Smyril Blue Water fær egnar skrivstovur í Føroyum, Íslandi og Danmark.
Suðurgangandi úr Íslandi og Føroyum verður í høvuðsheitum fluttur fiskur, og norðurgangandi úr Danmark og av meginlandinum til Føroyar og Íslands verður alt slag av góðsi flutt ? frá gerandisvørum til byggitilfar v.m.
Harumframt bjóðar nýggja felagið eisini farmaflutning loftvegis og bingjuflutning úr Føroyum og Íslandi út í heim umvegis heimsumfatandi netverkið hjá Blue Water av søluumboðum og 36 egnum skrivstovum í 19 londum.
Nýggja felagið vil hava so nógv, sum til ber, burtur úr samstarvinum millum Smyril Line og Blue Water. Málið hjá Smyril Blue Water er at veita ta bestu farmaflutningstænastuna á Norðuratlantshavinum grundað á ein serstakan hurð til hurð flutningshátt við stuttum flutningstíðum.