Dansk Tipstjeneste, sum eisini er virkin á føroyska marknaðinum, broytir nú navn til Danske Spil. Í tiðindaskrivi verður sagt, at navnabroytingin sum so hevur verið leingi ávegis. Gamla navnið stavar frá tíðini, tá fyritøkan bert hevði tipping á skránni, men hetta man skjótt vera minsti parturin av útboðnum. Formliga verður navnið skift í morgin, 1. juli, og broytir heimasíðan tá eisini navn. Tá eitur slóðin www.danskespil.dk, og fær heimasíðan eisini eitt andlitslyft í hesum sambandi.