Nýtt navn og nýggjan samleika

Sum Portalurin longu skrivaði í gjárkvøldið, fór Tjóðveldisflokkurin at skifta navn í dag til Tjóðveldi. Á tíðindafundi í morgun legði flokkurin fram nýggjan samleika Dagurin var ikki tilvildarligur. 14. september hevur altíð verið ein serligur dagur fyri tjóðveldisfólk, tí tað var hendan dagin, at vegleiðandi fólkaatkvøðan varð hildin í 1946, tá ein meiriluti av teimum, sum luttóku í valinum, settu kross við ja fyri føroyskum sjálvstýri.

Tvey ár seinni varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður, og nú hann skjótt rundar 60 ár, hevur flokkurin gjørt av at skifta navn til tað meiri munnrætta Tjóðveldi. Samstundis fær flokkurin nýggjan samleika og nýtt búmerki, sum tekur støði í fólkinum og føroysku bygdunum, har Funningur sum ein søgulig og litrík bygd er fyrimyndin.

Í Miðlahúsinum í morgun legði Tjóðveldi fram fimm hjartamál: ?Altjóða samstarv - Styrkja okkara samleika og sjálvsvirðing - Fulla ábyrgd av okkara gerðum - Virða okkara ríka umhvørvi - Veruligt frælsi, sum merkir, at vit sjálv taka avgerðirnar?.