Jan Hansen, Nólsoy
----
Nú arbeiði eg sjálvur í Tórshavn og ferðist dagliga um Nólsoyarfjørð, oftani situr man og hugsar á ferðini, og rann fram fyri meg, hvussu óhugnaliga stóran mun landið ger á sínum stakkals skattaborgarum, summi fáa, og onnur skulu bert gjalda.
Vit vistu beinavegin, at tá Ternan kom í rutu um fjørðin, at hettar var eitt gamalt skip, og harvið eisini eitt dýrt skip at reka, men SSL manglaði eitt eykaskip, ikki tí tað er væl skiljandi, men tá roknskapurin so kemur á borðið, so standa nólsoyingar sum svartiper, tí nólsoyarleiðin kostar so nógv.
Eg havi eisini nevnt fyrr, at nólsoyarleiðin altíð hevur havt gomul skip, ið ikki vera góðtikin aðrastaðni, tí tey eru gomul og ótíðarhóskandi. Herfyri segði ein av skiparunum á Ternini í fjølmiðlinum, at avlýsingarnar um fjørðin kundi teljast á einari hond, tá skal nevnast at hann ikki hevur tikið allar tekniskar trupuleikarnar við, men bert veðrið, og heldur ikki nevnir hann, at Ternan heldur ikki siglur til Nólsoyar, tá aðrar rutur hava tekniskar trupulleikar.
Eitt annað hugsaði eg eisini um, tí kunnu vit nólsoyingar bera høvdið høgt í mun til nógv onnur:
Eftur loknan arbeiðsdag koyri eg eftir kommunalum vegi til eina kommunala havn, ígjørnum eina kommunala fejulegu fyri at koma umborð á Ternuna, Ternan siglur so aftur í eina kommunala havn, leggur at í eina kommunala ferjulegu, og so fari eg til hús aftur eftur einum kommunalum vegi.
Hvar er landið ið sjálvt hevur lógarbundið seg við at røkja sjóvegis samband, hví skulu summar kommunur gjalda og aðrar ikki? Bæði Tórshavnar kommuna og fyrr Nólsoyar kommuna vóru riknar við skili og kláraðu seg sjálvar, men nú mugu vit gjalda fyri tað óskil, onnur hava læst seg fast í.
Ein persónur spurdi meg ein dagin, um eg havi mist tolið við tolinum hjá nólsoyingum, nú eg eri byrjaður at skriva, mítt svar er JA, “tolin trívist” er gamalt, men kann ikki brúkast longur.










