Nýtt met til Rigmor

Rigmor N. Arge setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met í marathonrenning fyri kvinnur. Metið setti hon í stóru Copenhagen Marathon-kappingini í danska høvuðsstaðnum. Tíðin hjá Rigmor var 3.09.09, og var gamla metið 3.10.39. Samanlagt gjørdist Rigmor nummar 10 í kappingini, har 1.222 kvinnur runnu allar teir 42.195 metrarnar, sum marathon-teinurin er til longdar.