2000 var enn eitt metár fyri flogvøllin í Vágum.
Ferðslan umvegis fløgvøllin økist støðugt, og aftur í fjør toppaði ferðafólkaflutningurin.
143.208 fólk ferðaðust samanlagt um flogvøllin í Vágum í fjør, og hetta var meira enn 14.000 fleiri ferðafólk enn árið fyri. Vøksturin er 11 prosent.
Flogvøllurin í Vágum hevur hagtøl fyri ferðafólkaflutningin aftur til 1963, tá 946 fólk ferðaðust um flogvøllin. Í 1979 kom talið á ferðafólkum fyrstu ferð upp um 50.000, og í 1988 rundaði talið fyrstu ferð 100.000 fólk.
Næstu árini ferðaðust færri fólk um flogvøllin, og talið kom niður á 87.000 í 1993, áðrenn gongdin aftur vendist, og nú nærkast talið tí tvífalda eftir bara sjey árum.
Tey flestu til Danmarkar
Helst hava bíligu ferðaseðlarnir hjá Atlantsflog og Maersk havt sína ávirkan á ferðafólkatalið, tí summar mánaðir er vøskturin sera stórur.
Í apríl og mai mánaði í fjør ferðaðust um 20 prosent fleiri ferðafólk um flogvøllin sammett við 1999. Vøksturin er eisini munandi í summarmánaðum, men í november eru aftur 20% fleiri ferðafólk staðfest í hagtølunum.
Tey, sum fara á flog úr Vágum, fara fyrst og fremst til Danmarkar. Heili 60.425 av teimum 71.996 fólkunum, sum fóru úr Vágum, fóru til Danmarkar.
Síðani fóru 5.035 til Íslands, 3.523 til Skotlands og 1.190 til Noregs.
Eisini tá talan er um ferðafólk, sum koma við flogfari í Vágarnar, koma nógv tey flestu úr Danmark.
Nógv fleiri fráferðir
Tað er ikki bara ferðafólkatalið, sum økist á flogvøllinum í Vágum. Vøkstur er eisini á øllum øðrum økjum.
Fráferðirnar úr Vágum fóru úr 4281 í 1999 og upp í 4821, og tað vil siga, at tað vóru meira enn 500 fleir fráferðir úr Vágum í 2000, enn tað vóru árið fyri.
Í 1980 vóru 1760 fráferðir úr Vágum, so hetta talið er næstan tríggjar ferðir so høgt 20 ár seinni.
Ein lítil vøkstur var eisini í farmaflutninginum. Í 2000 vóru 406,6 tons av farmi flutt umvegis flogvøllin, og tað er eitt hálvt prosent meira enn árið fyri.
Minni jólaflutningur
Bæði í byrjanini og í endanum av árinum var farmaflutningurin minni enn í 1999, meðan til dømis august mánaði royndist serstakliga væl við einum vøkstri upp á 28 prosent.
Jólaflutningurin av farmi var sjey prosent lægri í 2000, enn hann var í 1999, og eisini november og oktober mánaðarnir vóru munandi slakari í fjør.
Postflutningurin um flogvøllin vaks við tveimum prosentum í 2000. Samanlagt vórðu 591,4 tons av posti flutt um flogvøllin.