Leygardagin tók Bogi Lenvid lut í innandura kapping í frælsum ítrótti. Kappingin var í Svøríki, og sjálvur tók Bogi lut í kappingini á 3.000 metrum.
Føroyski rennarin kom her í B-finaluna, og í hesari skar hann eitt risa-stórt petti av gamla metinum á teininum. Hetta átti Hallur Holm, tá hann í Malmø fyri trimum árum síðaini rann teinin í 9.23,97. Tíðin hjá Boga hesa ferð var 8.43,17, so talan var um eina betran upp á góðan hálvan minutt!