Nýtt lokalfelag hjá Miðflokkinum

Á stovnandi fundi tann 25-01-2005, á Sjómansheiminum í Runavík, varð samtykt at seta á stovn lokalfelag Miðfloksins í Eysturoynni.

lokalfelag

Endamál felagsins er at fremja áhugamál Miðfloksins, bæði lokalt í Eysturoynni og í landspolitiska arbeiðinum.
Í fyrstu nevndina vórðu vald: Kaj Otto Frederiksberg - Strendur, Poul Johan Djurhuus - Glyvrar, Leif Høj - Saltangará, Maj í Túni - Toftir og Jeffrei Johannesen - Lambi. Nevndi skipar seg sjálv. Arni Abrahamsen bleiv valdur sum skrivari.
Nevndin fer í næstum undir at skriva endamálsorðing og reglugerð fyri lokalfelagið, sum skal góðkennast á næsta aðalfundi felagsins.
Sum eitt lokalfelag kann felagið vera eitt millumlið millum einstøku limirnar og stuðlarnar hjá flokkinum í Eysturoynni, og floksleiðsluna og politisku umboð floksins, soleiðis at lokalu sjónarmiðini verða betri hoyrd. Tað er eisini munandi lættari at bera eitt politiskt arbeiði í økinum, við at hava eina lokala nevnd. Nevndin væntar at lokalfelag Miðfloksins í Eysturoynni fer at vera við til at menna og styrkja flokkin.