Nýtt loftálop rakar iranskt mál nærindis Bagdad

Enn eitt álop er framt nærindis Bagdad dagin eftir, at ein høgur heryvirmaður varð dripin í gjár. Irakiskt ríkissjónvarp sigur, at USA stendur handan álopið.

Eitt nýtt loftálop hevur rakt eitt iranskt mál norðan fyri høvuðsstaðin í Irak, Bagdad, skrivar tíðindastovan AFP í nátt.

Tað stendur ikki greitt í boðunum, hvør hevur framt álopið.

Irakiskt ríkissjónvarp hevur tó sagt, at USA stendur aftanfyri, og at tað var vent ímóti einum høgum limi í militsini Hashed al-Shaabi.

USA hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini, og tað verður ikki greitt nærri frá, hvør persónurin er, sum skuldi verið álopin.

Hashed al-Shaabi hevur sambært tíðindastovuni Reuters sent eini boð út um, at álopið rakti eina konvoy við heilsustarvsfólki – ikki høgum limum.

Reuters skrivar, at loftálopið ímóti militskonvoyini norðan fyri Bagdad hevur kostað seks fólkum lívið.

Trý fólk eru harafturat særd í álopinum. Tveir av trimum bilum í konvoyini eru kolaðir upp.

Álopið hendir dagin eftir eitt amerikanskt dronuálop í Bagdad á ein høgan iranskan heryvirmann, sum hevur gjørt viðurskiftini milum USA og Iran spentari.

Fleiri rakettir drupu eftir boðum frá Donald Trump, høgtstandandi yvirmannin Quassem Soleimani, leiðara í Quds-deidlini í Iranska Kollveltingarherinum.

Hann varð roknaður sum tann valdsmesti og tann, sum hevði tættast viðurskifti við evsta leiðaran í Iran, ayatollah Ali Khamenei.

Eisini næstovastin fyri Hashed al-Shaabi, Abu Mahdi al-Muhandis, varð dripin í dronuálopinum.

Hashed al-Shaabi er kent sum eitt valdsmikið netverk av serliga shiamuslimskum militsum.

Nógvir partar av Hashed al-Shaabi hava tøtt bond við Iran, men eru eisini alment tikin við í ríkisligu trygdardeildirnar, skrivar AFP.

Tað vóru millum annað stuðlar hjá Hashed al-Shaabi, sum týsdagin kringsettu og lupu á amerikonsku sendistovuna í Bagdad.

Tað hendi sum svar upp á eitt amerikanskt loftálop, sum drap 25 fólk úr Kataeb Hizbollah-militsini, sum hoyrir undir Hashed al-Shaabi og er kend sum ein av mest víðgongdu deildum í militsini.

Dagsins álop rakti, bert tímar undan eina minnisgongu fyri Soleimani.

 

/ritzau/