Mentamálaráðið hevur fingið álit, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt um ein nýggjan húsarhaldsskúla Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya, handaði Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni, álit um nýggjan húsarhaldsskúla í býráðshøllini í Klaksvík síðsta fríggjadag.
Í sambandi við handanina segði Jóhanna á Tjaldrafløtti, at verandi umstøður eru ikki tíðarhóskandi, og tí hevur ein arbeiðsbólkur skrivað álit um nýggjan húsarhaldsskúla.
Jógvan á Lakjuni segði, at hansara fólk í mentamálaráðnum fara nú at hyggja at álitinum, og síðan verður støða tikin til, hvat skal henda. Landsstýrismaðurin vísti á møguleikan at savna tey mongu skúlatilboðini í Klaksvík í størri eindir og nevndi í hesum viðfangi Húsarhaldsskúlan og Handarbeiðsskúlan.
Kelda: klaksvik.fo