Nýtt listarligt umhvørvi í Eysturoy

Tøting í Syðrugøtu hevur nú skapt eitt nýtt listarligt umhvørvi í Eysturoy, sum væntandi eisini fer at draga fleiri fólk inn á gólvið

List

Tøting í Gøtu hevur nú fingið sítt egna gallarí. Í bygninginum í Syðrugøtu hava tey sett hølir í stand til endamálið. Hetta eru ljós og snotulig hølir, sum eru væl egnaði til endamálið. Hølini eru í tveimum ? fyrst eitt niðara við góðari trappu uppá til tað ovara.
Seinasta fríggjadag bjóðaði Tøting til móttøku í samband við, at gallaríið alment varð tikið í nýtslu.
Væl av fólki var til móttøkuna, sum var hugnalig við avslappandi klaver-og fióltónleiki.
Tað var Petur Martin Petersen, sum starvast á Kunningarstovuni í Fuglafirði, ið fekk heiðurin at lýsa hølini at vera alment tikin í nýtslu.
Hann hevði eina áhugaverda og stundum skemtiliga røðu.
Petur Martin greiddi frá Gregersen-familjuni, sum í sínari tíð trúði uppá tað, sum mong hildu vera ómøguligt, nevniliga at gagnnýta føroysku ullina og virka hana til vakrastu pløggini.
Hann greiddi frá gongdini upp ígjøgnum árini, bæði tá ið tað gekk væl, og tá ið tað gekk minni væl í hond.

Framsýning

Stór framsýning hongur uppi, nú gallaríið hjá Tøting alment er latið upp.
Á framsýningini eru málningar hjá so mætum listamonnum sum Sámali Toftanes, Øssuri Mohr, Frits Johannesen og Heðini Kambsdal. Eisini eru eiðishjúnini, Elisabeth og Páll Ellingsgaard, við á framsýningini við síni glarlist, har tey gera ymiskar lutir úr glasi, eitt nú avbera vakrar klokkur, vasar og myndir úr glasi.
Einir 26 málningar eru við á framsýningini umframt lutirnar hjá Elisabeth og Pálli.
Við gallarínum hjá Tøting, er eitt nýtt listarligt umhvørvi skapt í Eysturoynni.
Lítið er at ivast í, at Tøting, sum fyritøka, fer at fáa fleiri vitjanir, bæði av føroyingum og útlendingum, sum við hesum eisini fáa eitt nýtt høvi at síggja tað útboð, sum fyritøkan hevur av vørum, skaptum við okkara egnu hondum og úr okkara egna tilfeingi.