Langt um leingi kom næsta útspælið frá rapparunum úr Svanga í Havn, tí í morgun hava teir útgivið eitt staklag, ið kann hoyrast á leinkjuni niðanfyri. Samstundis boðar bólkurin frá, at fløgan, sum teir hava arbeitt við í meiri enn eitt ár, kemur út í summar og ber heitið Undirgangs tónar.
Staklagið, sum Swangah Dangah hevur kunngjørt í morgun, eitur Tórshavn. Enn sum áður eru tað Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen, sum standa fyri rappinum og Eyðun Müller Thomsen er framleiðari, men í mun til undanfarnu fløguna, er tað klaksvíkingurin Urbanus Olsen, sum hevur gjørt tónleikin.
Fyrsta fløgan, Belials synir, var ógvuliga væl móttikin og vann bólkurin heitið sum Ársins bólkur og Ársins nýggi bólkur á Planet Awards 2011. Í fjørsummar gav bólkurin út lagið Apocalypse saman við Urbanus Olsen, men síðani hevur tað verið friðarligt kring bólkin, meðan teir hava arbeitt við nýggju útgávuni.
Henda kemur sum sagt út í summar og inn til ta tíð kunnu Swangah-fjepparar lurta eftir Tórshavn á leinkjuni niðanfyri.
Mynd: Skermprent av Ragnar Davidsen úr upptøku á Facebook-síðuni hjá Swangah Dangah