Tað verður eitt heimsumfatandi tiltak, tá frumsýningin av filminum um Michael Jacskon verður hildin í 25 býum. Ì tí sambandi kemur eisini eitt nýtt lag út á nýggjari fløgu. Síðani deyðsboðini um Michael Jackson frættust, hava fólk undrast á, um okkurt óútgivið tilfar man liggja eftir hann.
Tað kann Sony Music nú vátta, at tað ger. Lagið eitur This is it, og Micheal Jackson syngur saman við brøðrunum frá The Jacskon Five.
Lagið verður útgivið 12. oktober, nakrar vikur undan frumsýningini av filmunum um Jackson við sama heiti. Lagið verður á eini fløgu, sum eisini eitur This is it og er soundtrackið til filmin.
Sony Pictuers hevur sett 27. oktober sum dagin fyri frumsýningina av filminum This is it.
Filmurin verður frumsýndur í 25 býum kring heimin, og dagin eftir fer hann so í biografarnar, har hann skal ganga í tvær vikur.
-Michael Jackson hevur fjepparar um allan heim, og á henda hátt geva vit teimum eitt høvi at savnast og hátíðarhalda hansara fantastisku sangskattir, sigur Jeff Blake frá Sony.
Størsta tiltakið verður á Nokia Theater í Los Angeles, og higandi verður sent beinleiðis til stórskíggjar í m.a. New York, Rio de Janeiro, London, Berlin, Johannesburg, Seoul, Moskva, Tokyo, Sydney og Paris.
Filmurin vísir fyrireikingarnar til ta konsertferðina, sum skuldi verða stóra come-backið hjá poppkonginum.