Líggjas Olsen hevur við soloverkætlan síni Frostfelt kunngjørt eitt nýtt lag í dag. Lagið ber heitið So Lonely.
Við sær á lagnum hevur hann Rebekku Petersen, sum saman við Líggjasi syngur nýggja lagið.
Líggjas Olsen kenna mong sum oddamann í bólkinum Deja Vu, sum var nógv at hoyra fyri nøkrum árum síðani. Við Frostfelt gav hann í 2011 út fløguna I Have A TV Set, sum taldi seks løg. Síðani hevur Líggjas ferðast runt við Frostfelt og spælt, bæði kring Evropa og í Føroyum, seinast í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá Frostfelt var partur av stórum tónleikakvøldi, har eisini Jógvan Joensen, Lover Lover og Benjamin spældu.
Hoyr lagið So Lonely og fleiri onnur løg her: soundcloud.com/liggjas/so-lonely
Mynd: Húsan til útgávuna I Have A TV Set hevur Heiðrik á Heygum gjørt










