Nýtt lív í Marjuna

Danski oljurisin Dong Energy fær sjey ár at finna út av, um olja kortini kann vinnast burtur úr Marjunbrunninum og leitiøkjunum í tí, sum einaferð varð nevnt Gullhornið.

- Vit biðja ongantíð um eitt leitiloyvi, uttan at vit eisini rokna við at skula bora ein leitibrunn.
Søren Blegvad Andersen, leitistjóri hjá Dong Energy, er avgjørdur, nú hansara felag hevur biðið um og fingið loyvi til at gera enn eina roynd at leita eftir olju í føroyska landgrunninum.
Dong Energy hevur verið við í føroyskari oljuleiting síðani aldarskiftið, og felagið var við, tá fyrstu sporini av olju vórðu funnin í Marjunbrunninum í 2001.
Men tá, fyri 12 árum síðani, vóru ivamálini stór. Úrslitini vístu ikki nóg neyvt, hvussu nógv olja var í landsynningspartinum av føroysku undirgrundini, heilt upp at bretska markinum. Eisini var ivi um sonevndu goymslueginleikarnar í brunninum. Tí spurdist einki burtur úr, og oljufeløgini lótu inn aftur síni leitiloyvi í økinum, ið annars millum manna hevði fingið eyknevnið Gullhornið.

Lata upp
Síðstu árini hevur áhugin fyri føroysku undirgrundini verið minkandi. Tað var ein høvuðsorsøk til, at Vinnumálaráðið broytti strategi. Farið var frá skipaðum útbjóðingarumførum til eitt meira opið principp, ið á enskum stutt sagt verður rópt ”open door.” Við broytingini, ið kom inn í kolvetnislógina í 2010, kunnu oljufeløg sjálv venda sær til Jarðfeingi, um tey hava áhuga í at kanna okkurt øki á føroyska landgrunninum. Eftir eina slíka áheitan skal Jarðfeingi alment boða frá sýnda áhuganum og geva øðrum oljufeløgum 90 dagar til at bjóða upp ímóti.
- Vit hava verið í Føroyum í nógv ár eftirhondini, vit kenna økið við Marjunbrunnin, og við nýggjari tøkni tøkari hava vit valt at fara inn aftur í økið. Tað sigur Søren Blegvad Andersen, leitingarstjóri hjá Dong Energy, sum við tveimum leitiloyvum í hondini hevur stovnað eitt føroyskt dóttirfelag til endamálið.

Tøknin
- Síðani vit vóru inni á økinum seinast, hevur tøknin verið í rúkandi menning. Í dag kunnu vit fáa nýggjar upplýsingar úr gomlum data, sum vit ikki hava fingið áður, sigur Søren Blegvad Andersen og heldur fram:
- Við hesar tøkni meta vit, at tíðin er búgvin til at fara inn aftur í Marjunbrunnin og endurskoða alla ta vitan, ið seinasta boring gav. Vit skulu snøgt sagt meta um av nýggjum, hvørt tað er fíggjarliga forsvarligt at gera eina nýggja royndarboring í Marjunbrunnin, sigur Søren Blegvad Andersen.
Sambært leitistjóranum við ábyrgd av virkseminum hjá Dong Energy í bretskum og føroyskum sjógvi er tað ikki minst innanhýsis, tøkniliga menningin í Dong Energy, sum fær felagið til aftur at trúgva uppá, at kolvetin, og harvið pengar, kunnu fáast burtur úr Marjunbrunninum.
Dong Energy hevur tó ikki bundið seg til at bora nakran brunn. Kanningarnar næstu tvey til trý árini skulu vísa, hvørt tað loysir seg. Søren Blegvad Andersen vísir í sama andadrátti á, at so seint sum í fjør vórðu nýggjar seismiskar kanningar við 3D-tøkni gjørdar í økinum. Og tær koma sjálvandi afturat gomlu vitanini. Hartil hevur Dong Energy góðar royndir í økinum, beint hinumegin føroyska markið.
Vísir tað seg, at Dong Energy fær røttu svarini úr nýggja kanningararbeiðinum, so verður borurin settur í undirgrundina.
- So skulu vit fyrst til at bora ein sonevndan avmarkingarbrunn. Men tað er greitt, at so koma vit eisini at satsa stórt upp á hetta økið, sigur Søren Blegvad Andersen.

..

Marknaðarføra undirgrundina

Fyrsta royndin at lata upp fyri oljufeløgum skal slóða fyri nýggjari marknaðarføring av føroyska landgrunninum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum fegnast um áhugan frá Dong Energy

Jón Brian Hvidtfeldt

- Eg meti áhugan frá Dong Energy at vera eitt fantastiskt stig fyri Føroyar og føroyska oljuleiting. Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum fegnast um endurkveikta áhuganum hjá DONG Energy fyri føroysku undirgrundini.
Johan Dahl vísir á týdningin av, at oljuleiting fer fram í føroyskum øki, so nógv sum yvirhøvur tilber.
- Týdningurin kann ikki yvirmetast, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum er íðin forsprákari fyri at lata føroysku undirgrundina upp á víðan vegg fyri oljufeløgini. Amboðið í somáta er broytingin í kolvetnislógini frá 2010, sum letur upp fyri, at feløg sjálvi kunnu bjóða seg fram at gera kanningar í føroysku undirgrundini eftir sonevnda ”open-door” princippinum.
- Støðan í dag vísir, at avgerðin um at lata upp var røtt. Nú DONG Energy er komið inn aftur fara Vinnumálaráðið og Jarðfeingi aktivt at marknaðarføra føroyska landgrunnin í eini roynd at fáa onnur oljufeløg at bjóða seg fram, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Marknaðarføring
- Við open-door heimildini bleiv tað munandi meira smidligt hjá oljufeløgum at koma inn í øki, har virksemi hevur verið fyrr. Samstundis hevur tú varðveitt møguleikan hjá øðrum feløgum at bjóða upp í móti, sigur Johan Dahl.
Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum vóru eisini onnur feløg, ið vístu áhuga fyri økinum í 90 daga tíðarskeiðinum, meðan økið var frítt at bjóða uppá. Men tá avtornaði hevði Dong Energy besta boðið, sambært landsstýrismanninum.
Síðstu árini hevur verið heldur drúgt millum vitjanirnar frá altjóða oljufeløgunum, men fesku oljuloyvini til Dong Energy geva landsstýrismanninum blóð á tonna.
- Vinnumálaráðið fer í heyst aktivt út at marknaðarføra føroysku undirgrundina. Við open-door amboðnum í hondini fara vit aktivt út at marknaðarføra undirgrundina fyri á tann hátt at fáa oljufeløgini at fara undir leiting her hjá okkum, sigur Johan Dahl.


….

FAKTA - loyvini hjá Dong Energy

Dong Energy fær loyvi at leita eftir olju á tveimum økjum við Marjunbrunnin, ið varð boraður fyri 12 árum síðani. Økini eru býtt sundur í Marjunleiðina, ið er eitt øki á 75 ferkilometrar, og eitt umleið 830 ferkilometrar øki nærhendis. Bæði økini liggja í ein landsynning úr Føroyum, beint upp at bretska markinum. Loyvini eru galdandi í sjey ár, men Dong Energy hevur ikki bundið seg til at bora nakran brunn.