“... í hesum ráki eru tað mong, sum tillaga seg og gagnnýta øktu vælferðina, meðan onnur ikki vera við í hesum nýggja ráki. Tess meira er tað ábyrgdin hjá samfelagnum at taka sær av teimum, sum ikki fáa lut í ágóðanum. Vit mugu forða fyri, at eitt nýtt stættarbýti tekur seg upp”.
Soleiðis tók løgmaður til í nýggjársrøðu sínari. Men formaður Fólkafloksins er ikki samdur í, at eitt nýtt stættarbýti er ein átrokandi politisk avbjóðing. Jóannes Eidesgaard fekk annars toyggið frá arbeiðarafeløgunum, tá hann í 2005 segði, at stættarstríðið var av.
- Grundleggjandi er tað skeivt yvirhøvur at tosa um eitt stættarbýti í Føroyum. Løgmaður hevur áður avblást stættarstríðið, og um útsøgn løgmans um eitt nýtt stættarbýti er ein roynd at blása nýtt lív inn í tann problematikkin, so má eg taka frástøðu frá tí. Tað sigur formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen.
Hann undirstrikar, at tað sjálvandi er ábyrgdin hjá einum og hvørjum politikara at syrgja fyri, at allir borgarar hava somu møguleikar, men haðani og til at tosa um eitt nýtt stættarbýti í Føroyum er ov nógv fyri fólkafloksformannin.
- Munurin á lágløntum og hágløntum í Føroyum kann als ikki lýsast sum ein stættarmunur í orðsins sanna týdningi. Serliga ikki, um vit hyggja út um landoddarnar og síggja, hvat eitt stættarstríð veruliga er fyri nakað, sigur Jørgen Niclasen.
Samráðingar um Kyoto
Løgmaður segði seg eisini “harmast um, at vit ikki enn hava víst í verki, at Føroyar taka trupulleikarnar við veðurlagsbroytingum í nóg stórum álvara”. Tá Kyoto-sáttmálin var til viðgerðar í tinginum, var Fólkaflokkurin ikki sinnaður at gerast partur av Kyoto-samstarvinum undir verandi treytum. Viðvíkjandi útsagnum løgmans um ábyrgd Føroya á økinum tvíheldur Jørgen Niclasen um, at vit mugu samráðast, áðrenn vit binda okkum til nakra avtalu.
- Eg taki undir við løgmanni í, at vit skulu fyrireika okkum til stóru umhvørvisráðstevnuna í Keypmannahavn í 2009, men einfalda kravið um at sleppa at samráðast, áðrenn vit binda okkum til nakað, halda vit fast um, sigur Jørgen Niclasen.
Góð røða
Annars heldur Jørgen Niclasen, at talan var um eina góða løgmansrøðu, sum talaði breitt til allar føroyingar um yvirornaðu samfelagsgongdina. Og hann heldur ikki, at løgmaður førdi valstríð, sum ført verður fram aðrastaðni á síðuni.
- Talan var um eina lagaliga og “dekkandi” røðu, sum sømir seg eini løgmansrøðu, endar Jørgen Niclasen.