Nýtt kirkjuklaver í Miðvági

Miðvágs Kirkja hevur fyri heilt kortum keypt nýtt klaver. Í hesum sambandi fer ungi klaverleikarin Oluf Dam, sum er miðvingur, at spæla eina konsert í kirkjuni komandi sunnudag

TÍÐINDASKRIV

Á skránni hjá Oluf Dam er klassikur tónleikur eftir Johann Sebastian Bach, Frederic Chopin og Claude Debussy. Saman við klaverlærara sínum fer hann eisini at spæla tónleik fyri ferhent klaver eftir norska tónaskaldið Edvard Grieg.
Oluf Dam fór undir at spæla klaver 10 ára gamal og lærdi tey fyrstu fimm árini hjá Martini Pollard, sum var klaverleikari og leiðari á musikkskúlanum í Vágum, til hann flutti av landinum í 2005. Síðan hevur hann verið næmingur hjá Jóhannesi Andreasen, sum eisini fer at spæla saman við Olufi sunnudagin.
Í teimum tónleikakappingum uttanlands, sum Oluf hevur tikið lut í, hevur hann staðið seg sera væl og vunnið fleiri virðislønir fyri sítt frálíka klaverspæl.
Øll eru vælkomin til konsertina í Miðvágs Kirkju, sum verður sunnudagin 18. mars, klokkan 16.