Á hvørjum ári lýsa bryggjarí við sonevndum »J-degi«, dagurin, tá ársins jólabryggj kemur á marknaðin. Og soleiðis ger Føroyar Bjór í dag.
– Jólabryggið 2019 frá Føroya Bjór er bryggjað og fæst í dag til keyps, skrivar bryggjaríið, sum skrivar víðari:
– at bryggjarar frá Føroya Bjór siga, at nógv er gjørt burtur úr góðsku og samanseting av rávørum til ársins jólabryggj. Sera góð skotsmál eru longu givin frá serfrøðingum heima og uttanlands, ið hava smakkað Jólabryggið. Jólabryggið hóskar serliga væl afturvið øllum jólamati sum røstum kjøti, gás, fleska- og oksasteik.
Jólabryggj fæst til keypst í sølubúðunum kring landið, og sum siðvenja er, fara fleiri skeinkistøð í Føroyum at halda J-dagin.