Bládýpi er gistingarhús og vallaraheim, og tað heldur tað fram við at vera.
Men eina ferð í summar verður Bládýpi eisini hotell. Bládýpi fevnir um trý hús.
Eitt av hesum húsum, tað út móti Dr. Jakobsensgøtu, varð í heyst rivið niður, og nu verður bygt nýtt hús á grundina.
Tað gamla húsið hevði tríggjar hæddir. Tað nýggja fer at hava fýra hæddir. Gólvvíddin verður nakað størri, tí nú verður bygt út í mark.
Seinastu trý árini hevur Páll Breckmann átt Bládýpi einsamallur.
Hann sigur, at nýggja húsið fer at hava samanlagt 20 hotellkømur á trimum hæddum, og vesi og bað verður til hvørt kamar. Í gamla húsinum vóru 10 kømur.
- Tað vilja fólk hava, tá ið tey gista á hotelli. Vallaraheim er nakað annað, sigur hann.
Páll Breckmann ivast ikki í, at tað er grundarlag fyri fleiri hotellrúmum í býnum, serliga eftir at Skansin læt aftur sum gistingarhús.
Tað fer at liggja so væl fyri mitt í býnum í Dr. Jakobsensgøtu, sum nú mestsum er høvuðsgøtan í Havn.
Tíðarskeiðið, tá flestu útlendingarnir vitja, er stutt, bara tríggir mánaðir, men nakað av útlendingum kemur hinar mánaðirnar. Annars eru tey vitjandi í Bládýpi um veturin ofta bygdarfólk, sum gista eina ella tvær nætur í Havn, tí tey hava verið til okkurt tiltak, ella tey skulu við flogfarinum dagin eftir.
Ætlan hansara er, at fólk skulu kunna gista á nýggja hotellinum fyri ein rímiligan penga.
Móttøkan verður í niðastu hæddini, men enn er støða ikki tikin til, um hølini annars á niðastu hædd verða handilshøli ella til gestirnar at hugna sær í.
Enn er støða ikki tikin til, hvat hotellið fer at eita. Fyribils verður tað nevnt undir einum Bládýpi, men hotellið fær væntandi nýtt navn.
Páll Breckmann sigur, at málið var at hava hotellið liðugt til summarmánaðirnar í ár, men tað verður ikki. Nú miðar hann eftir at kunna taka hotellið í nýtslu í juni, men tað er kanska í so bjartskygt, heldur hann.