Ólavur Hátún
Hetta landsnavn hevur áður fingið drúgva umtalu. Í stuttum er her bara í fyrsta lagi at endurtaka, at tað var eitt málsøguligt mistak, at vit skuldu fara at skriva ai-ljóðið við ei í sambandi við, at okkara rættskriving fyri góðum hálvtannaðhundrað árum síðan skuldi “islandifieres”. (Íslendskt skrivað ei gevur jú framburð sum okkara verandi ey, meðan íslendinga ai-ljóð verður skrivað við æ (t. e. ae – eins og t.d. í Al Quæda). Innan nevndu rættskrivingarkollvelting, sum útlendingar í 1846 trongdu inn á okkum, skrivaðu føringar (eisini tann ungi Hammershaimb) ai-ljóðið við ai og ey-ljóðið við ei).
Í øðrum lagi er at siga, at ai í Ukraina ikki er nakað beinleiðis tvíljóð, men heldur tveir stavir a og i eins og við Sair og Haiti, sum ongin kundi funnið uppá at skriva Seir og Heiti. Í ongum atlasi, sum eg havi sæð, verður stavað øðrvísi en U-kra-i- na.
Útgávusetningurin hevur ljóðað, at býarnøvn í mesta mun skulu stavast sum í heimlandinum. Men her tykist apostrofmerkið úr íslendskum eisini at gera vart við seg. Øll míni ár havi eg ikki hoyrt ella sagt annað enn Paris um franska høvuðsstaðin, og soleiðis hoyrir tú tað eisini í práti við tilkomið fólk í loftmiðlunum. Hetta hevur onki við danskan framburð at gera, men er altjóða staving. Men fjølmiðlafólk, sum nú hava okkara snøgga atlas at halda seg til, eru farin at siga og skriva París. Hví tað? Langt i er ikki óføroyskt – vit hava tað í so mongum orðum t.d. dis, gnis, flysa, risi o.o fl. Skuldu vit kanska eisini fylgt íslendingum og skrivað og sagt t.d. Madríd, Vín (Wien), Kíl, Ríga o. s. fr.? Hetta, at í skal vera føriskari enn i hevur eisini rinið við hjá “Vikutúr”, sum hevur boðið til “Spennandi cruisferð á Nílánni”.
Og hvussu við høvuðsstaðnum í Italia? Á føriska kortinum stendur Róm eins og á tí íslendska, men í navnayvirlitinum aftast stendur “Róm, sí Roma”. Roma man vera upprunaheitið og soleiðis skriva norðmenn, samar, finnar og nú eisini danir. Tú sært eisini Roma í føriskum bókmentum, so tað man vera besta boðið, um vit ikki framhaldandi skulu siga og skriva Rom – kanska við Roma í parantes eins og á svenskum.
Sikiloy (ísl. Sikiley) er fitt orð og í lagi, um tað fæst í umferð á føriskum fyri oynna Sicilia.
Vit eru nú stødd við Miðalhavið, sum eftir íslendskum hevur fingið heitið Miðjarðarhav sambært latínska upprunanavninum Mare Mediterraneum, t.e. havið mitt í jørðini, sum romverjar í fornøld mettu tað at liggja.
Ivaleyst er Miðalhavið ein germanisma eftir tí týska Mittelmeer; men at beint fyri øllum slíkum úr okkara málið hevði neyvan gjørt tað ríkari. Á norskum og donskum er navnið Middelhavet, á svenskum Medelhavet, og munnu føringar fáast til at siga annað enn Miðalhavið, sum jú liggur lagaligari á tunguni enn Miðjarðarhav?
Her skal tó skoytast uppí, at mær nú er komið fyri oyra, at skúlabókagrunnurim hevur havt heitið Miðhavið í huga, og tað haldi eg vera besta nýyrðishugskotið.
Her er eisini at viðmerkja, at okkara atlas eins og tað íslendska hevur at kalla øll nøvnini í óbundnum formi – undantak er tó t.d. Hvarvið í Grønlandi, sum íslendingar nevna Hvarf. Landafrøðilig heitir í óbundnum formi er eitt norrønt eyðkenni, og er eisini eitt málsligt sermerki hjá okkum – t.d. Tindhólmur og ikki Tindhólmurin, Kollfarðadalur og ikki Kollfarðadalurin o.s.fr. Hetta er tó ikki so knívskorið í okkara máli. Eystringar ilskaðust so um, at Hellurnar skuldu skerjast til bara at eita Hellur, at teir málkønu máttu dvína aftur til tað, sum fólk siga.
Ivaleyst kemst tað av ávirkan uttanífrá, at føringar eitt nú um høv, oyggjaflokkar og fjallarøðir ikki siga t.d. Kyrrahav, Hebridur, Falklandsoyggjar, Alpur og Ardennur, men heldur Kyrrahavið (í heim,asjógvi hava vit jú Norðhavið og ikki Norðhav ), Hebridurnar, Falklandsoyggjarnar, Alpurnar og Ardennurnar eins og onglendingar, týskarar og fraklendingar, ið aloftast hava bundna kenniorðið frammafyri, og skandinavar, ið ivaleyst eru okkara fyrimynd til at brúka bundna formin.
Eystast í hesum havi liggur oyggin Kýpros. Men hevur nakar føringur hesa oyggj soleiðis á munni? Mítt tilmæli er, at vit skriva Kypros og lata y ljóða av y eins og í flestøllum øðrum málum. (At royna at klára okkum við ý (t. d. mýta) og ú (t. d. rútmiskt) í innlæntum orðum dugir ikki. Heldur eiga vit í einari alneyðugari endurskoðan av okkara stavingarlag at sleppa okkum burtur úr hesum trupulleika við tveimum ymsum stavum fyri i-ljóð og heldur hava y tøkt til innlænt orð við altjóða y-ljóði. Til samanberingar kann nevnast, at hóast týskarar hava y-ljóð skrivað ü í sínum heimamáli, stava teir altíð við y í innlæntum orðum og útlendskum nøvnum.)
Fara vit nú vestureftir aftur koma vit m.a. til sponsku oynna Mallorca, sum okkara atlas við sínari stavseting fær føringar til tann lorkuta framburðin Malorka. Samar, finnar, sviar, norðmenn, danir, øll týskttalandi og eisini íslendingar skriva eins og spaniólar Mallorca, men vita, at framburðurin er Majorka, tí ll á sponskum ber j-ljóð í sær. Talan er nevniliga um tvær oyggjar, har onnur er størri, t.e. major, og hin minni, t.e. minor ( eitur tí Menorca). Onglendingar stava Majorca, fraklendingar Majorque – skilagott hjá okkum man vera at skriva Majorka.
Framhald