Nýtt graslíki

Dysturin millum NSÍ og KÍ í gjár var tann fyrsti á nýggja graslíkisvøllinum við Løkin. – Vøllurin er av slagnum Greenfields, ið minnir sera nógv um vanligt gras – bæði í útsjónd og hvussu stráini síggja út, sigur Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, helt røðu og handaði NSÍ vøllin, og síðani skjeyt Jákup Mortensen, heiðurslimur, fyrsta skotið á nýggja graslíkinum, sum var eitt brotsspark ímóti Jens Martin Knudsen, ið slapp at bjarga skotinum…