Sambært Shetland Times hevur Total gjørt av at brúka umleið fýra milliardir krónur at byggja eitt nýtt gassvirki nærhendis Sullom voe terminalinum í Hetlandi. Henda avgerðin, skrivar blaðið á síni heimasíðu, kemur eftir at felagið hevur gjørt av at gera eina íløgu uppá 18 mia. krónur at leggja eina gassleiðing frá Laggan gassfeltinum til lands í Hetlandi, áðrenn tað verður flutt víðari til St Fergus á skotska meginlandinum.
Nýggja gassvirkið í Hetlandi fer at skapa meira enn 100 nýggj arbeiðspláss næstu árini og umleið 60 varandi arbeiðspláss á gassterminalinum. Arbeiðið er ætlað at byrja næsta ár og byrjar framleiðslan í 2013 skrivar Shetland Times.
Ovasti leiðarin í Hetlandi, Sandy Cluness tók sera væl ímóti tíðindunum og segði, at hetta fer at halda gassterminalinum gangandi í 20 til 30 ár.
Rørleiðingin kann eisini skunda undir aðrar útbyggingar vestan fyri Hetland, sum er ein av fáu ótroyttu kolvetnisregiónunum.
Portalurin skilur, at enn hevur Total tó ikki endaliga gjørt av at fara undir verkætlanina, tí enn restar at fáa okkurt uppá pláss. Annars hevur bretska stjórnin saman við oljufeløgum skipað ein arbeiðsbólk við tí endamáli at fáa gongd á gassframleiðslu vestan fyri Hetland, Fleiri gassfund eru gjørd men meginfortreytin fyri at fara í gongd er at finna eina loysn á infrastrukturkervinum. Total, sum er tað leiðandi felagið, tá tað snýr seg um gass í hesum økinum, hevur ætlanir um sjálvt at fara í gongd heldur enn at bíða eftir eini felags loysn fyri øll gassfeltini í økinum. Helst verður endalig avgerð tikin í næstum. Sí eisini samrøðu við leitistjóra hjá Dong á síðu 18