Nýtt fjepparafelag sett á stovn

Fjepparafelagið er góðkent av B36, og er tískil nú almenna fjepparafelagið hjá fótbóltsfelagnum úr Havn. Felagið hevur fingið navnið White Tigers. Hetta kann møguliga síggjast sum eitt aftursvar til fjepparafelagið hjá AB, Frensurin, sum í ár hevur sett síni merki í dystirnir hjá AB.

White Tigers verður at síggja fyri fyrstu ferð sunnudagin, tá ið B36 leikar ímóti NSÍ í Gundadali. Upphiting til dystin verður í Manhattan sunnudagin kl.12.30.

Nevnd í felagnum hevur skipað seg, og formaður í felagnum er ársins fjeppari hjá B36 farna kappingarár, Pætur Jensen.

 

Tilber at síggja meir um fjepparafelagið á heimasíðuni hjá felagnum www.whitetigers.fo. Sum skilst, verður síðan latin upp fyri almenninginum sunnudagin.