Nýggja virkið, sum Arctic Fish Greenland A/S hevur bygt í grønlendsku bygdini Nuussuaq, er 700 fermetrar stórt og hevur eina frystigoymslu, sum tekur 500 tons. Framleiðsluorkan liggur um 12-16 tons av virkaðum svartkalva um døgnið.
Nuussuaq liggur umleið 150 kilometrar úr Upernavík, og fyrsti framleiðsludagur á virkinum var í gjár, hósdagin. Virkið stóð klárt at taka í nýtslu hin 1. desember, men veðrið í økinum hevur verið óstøðugt.
- Vit tóku ímóti fyrstu ráfiskadøgdunum í gjár, og dagurin í dag er okkara fyrsti framleiðsludagur. 15 fólk høvdu sín fyrsta arbeiðsdag her í dag, sigur stjórin í Arctic Fish Greenland A/S, Frederik Olsen, við heimasíðuna hjá Royal Greenland.
Gamla frystigoymslan í bygdini rúmaði 130 tonsum tilsamans, og tá goymslan var full, varð eingin svartkalvi keyptur. Bara nøkur fá fólk arbeiddu á virkinum, tí tá varð svartkalvin ikki virkaður á virkinum, men bara frystur.
Við upplatingini av nýggja virkinum kunnu nú teir 40-45 útróðrarmenninir í bygdini sleppa av við fiskin alt árið.
- Tá fiskiskapurin veruliga kemur í gongd, er ætlanin at arbeiða við tveimum vaktum, soleiðis at samlaða talið av arbeiðsfólki fer at nærkast teimum 30, veit Royal Greenland at siga.
181 fólk búgva í Nuussuaq.