- Bragdið stríðist mest fyri renningini. Vit fara ikki at skipa fyri renning á landavegnum ella nakað tílíkt. Vit geva børnum aðrar møguleikar.
Ímyndirnar av frælsa ítróttinum á bana í Føroyum seinastu mongu árini, Heri Ziska og Randi Kúrberg, fara seinni í vikuni at seta á stovn egið felag. Hóast hugskotið er nýtt, so hava tey borið skjótt at. Leygardagin verður stovnandi aðalfundur og fari verður til verka alt fyri eitt.
Hugsa ikki langt
Heri Ziska hevur staðið fyri nøkrum av bestu úrslitunum í fræslum ítrótti á bana, har hann millum annað hevur vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum. Landsliðið er tó ikki fremst í huganum, nú nýggja frælsafelagið skjótt fer at síggja sínar fyrstu dagar.
- Vit hava havt barnavenjingar í vetur, og undirtøkan hevur verið stór. Dagliga koma fyrispurningar, um tað er pláss fyri fleiri. Vit hugsa ikki tíggju ár fram. Eitt av endamálunum er at fáa eitt lið á 25 børn at byrja á hvørjum ári. Seinni velur íðkarin so sína grein. Um nøkur ár kunnu vit so eisini hugsa um elituna, um møguleiki er fyri hesum, sigur Heri Ziska, sum ikki dugir at síggja nakran trupulleika við, at tvey frælsafeløg eru í høvuðsstaðnum.
Hann staðfestir eisini, at serligur dentur verður lagdur á barna-og ungdómsvenjing á bana, har tørvurin á tilboðnum er størstur.
Kappast við Bragdið
Tað hevur mangan verið havt á munni, at tað er alt ov lítil kapping um plássini, tá liðið fyri frælsan ítrótt skal veljast til Oyggjaleikirnar. Við tveimum feløgunum kann hugsast, at skipa verður fyri kappingum, sum kunnu lyfta støðið.
- Sjálvandi hevði tað verið hugaligt, um Bragdið stóð fyri onkrum kappingum, sum ikki vóru renning - men á bana. Tað økir áhugan fyri ítróttinum og mennir íðkaran.
Tað er ikki orsaka av ónøgd í Bragdinum, at tit nú royna hetta
- Nei, als ikki. Eg og Randi Kúrberg hava sett okkum mál við frælsa ítróttinum á bana. Vit mettu, at hetta var besta loysnin, um vit skulu røkka teimum, sigur Heri Ziska.










