Fastognarfelagið Føroyar.
Tað er navnið á nýggjum felagum, sum skal vinna pengar burtur úr fastognum í Føroyum.
SMS, Handilskjarnin og Kaupthing eiga nýggja felagið, og fyrsta keypið er longu gjørt. Fastognarfelagið hevur keypt bygningarnir hjá SMS og Handilskjarnanum og hevur síðani leigað teir út til gomlu eigararnar.
Men tað er bara ein byrjan fyri virkseminum hjá nýggja felagnum.
Fastognarfelagið ætlar at vaksa munandi komandi tíðina, og sagt verður, at felagið ætlar sær at keypa størri og smærri bygningar til alskyns virksemi.
Í nevndini fyri nýggja felagið eru Hans Mortensen, Schumann Hjaltalin og Christian Andreasen.
Evy Jacobsen er settur sum stjóri í felagnum.









