Nýtt felag fyri tey eldru

Týskvøldið skal eitt nýtt felag setast á stovn. Nýggja felagið skal hava til endamáls at verja mál teirra eldru.

- Heimarøktin virkar ikki nóg væl, og á fleiri av røktarheimunum er kreppa. Støðan snýr seg meira um stýring enn um pengar, siga stigtakararnir til felagið.

Stigtakararnir meta, at neyðugt er við einum felag, sum kann verja áhugamálini, bæði hjá teimum eldru og teirra avvarðandi.

Tí setti ein arbeiðsbólkur sær fyri at fyrireika stovnan av felagnum, sum skal vera málgagn teirra eldru og teirra avvarðandi. Arbeiðsbólkurin sigur, at samstarvið við tey avvarðandi eigur at vera ein sameindur partur av eldrarøktini.

- Í løtuni er kreppa á fleiri av røktarheimunum, men arbeiðsbólkurin leggur upp til, at felagið verður eitt felag, sum skal tala mál teirra eldru á øllum økjum. Serstakliga umráðandi er at hava í huga, at tey eldru ikki eru ein einsháttaður samfelagsbo?lkur við eins førleikum og tørvi. Felagið fer at arbeiða fyri at ávirka, at politikkurin og tænastan a? eldraøkinum stuðlar undir at taka støði í førleikum og tørvi hjá tí einstaka, siga stigtakararnir.

Stovnandi aðalfundur verður í Miðlahúsinum týskvøldið, har framløga verður av viðtøkum og val av nevndarlimum. Eisini verður orðaskifti um støðuna í eldrarøktini og á eldraøkinum sum heild.

Í arbeiðsbólkinum eru Rúna Sivertsen, Mary Antonsdóttir, Betzy Ludvig, Kirstin Simonsen, Tóra Tórgarð og Hanne-Dot Ludvig.

Stovnandi aðalfundurin byrjar klokkan 18.00.

Mynd: Eydbii Myndir