Nýtt felag fyri lesandi á Roskilde Universiteti

Røkk kallast nýtt føroyskt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Roskilde Universiteti.

Nýggja áhugafelagið – Røkk – er fyri føroysk lesandi á RUC. Felagið fer at virka fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, umframt at virka sum eitt bindilið millum tey lesandi og føroyska samfelagið, siga tey í tíðindaskrivi, har felagið sigur soleiðis:

»Hvussu nógvir føroyingar lesa á RUC? Hesin spurningur hevur mangan verið á lofti millum føroyingar, ið lesa á Roskilde Universitet. Leingi stóð hesin spurningur ósvaraður, men á heysti 2011 tóku nøkur lesandi seg saman og stovnaðu ein bólk á facebook fyri føroysk lesandi á RUC. Undirtøkan var betri enn væntað, og so fór kavabólturin á rull. Eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á RUC skuldi stovnast!

Í november 2011 var so stovnandi fundur, har nýggja áhugafelagið varð sett á stovn. Hetta áhugafelagið kallast ”Røkk”. Navnið Røkk er valt grundað á, at tað rímar við RUC: ”Røkk RUC ella RUC røkk”. Samstundis verður spælt við myndamálinum, sum liggur í orðinum “røkk”. Her tosa vit um fangandi setningar, so sum at røkka Føroyar, røkka millum lond, røkka um hav, røkka millum útbúgvingar osfr. Alt hetta er nakað, ið føroysk lesandi á RUC kenna seg aftur í.

Áhugafelagið skal fyrst og fremst virka fyri at :

- Stimbra sosiala sambandið millum føroysk lesandi á RUC

- Vera eitt forum, har vitan verður deild millum føroysk lesandi á RUC

- Vera eitt bindilið millum føroysk lesandi á RUC og føroyska samfelagið.

Áhugafelagið er enn á byrjunarstøði, men er av sonnum við at finna sín samleika og sítt skap. Í næstum verður búmerkið avdúkað, umframt at farið verður undir at gera egna heimasíðu.

Tí vilja vit við hesum varpa ljós á Røkk og RUC. Vit eru her fyri tey føroysku lesandi, ið longu lesa á RUC, men vit eru eisini her fyri tey, ið hava ætlanir at lesa á RUC, har vit kunnu svara spurningum um lesnað osfr. Hartil ynskja vit eisini at koma í samband við virkir og stovnar í Føroyum – ja, føroyska samfelagnum í síni heild, tí tað stendur okkum nær. Her kunnu vit vera við til at loysa uppgávur, ið kunnu vera føroyska samfelagnum til gagns.

RUC bjóðar útbúgvingar innan tað náttúruvísindaliga-, humanistiska- og samfelagsvísindaliga-øki – heilt frá bachelor-støði til ph.d-støði. Allar útbúgvingar á RUC byrja við einari tvey-ára grundútbúgving innan hesar tríggjar høvuðslærugreinar, og har tey lesandi sjálvi finna fram til evnir at skriva um, har komið verður fram til loysnir á onkrum trupulleika av einum ella øðrum slag.

Fyrsta nevndin hevur skipað seg og í henni eru:

Bogi Róin Magnussen (formaður), Maria Vilhelm Poulsen (næstforkvinna), Ann Kristina Svabo Simonsen (skrivari), Eirikur Jákupsson (kassameistari), Durita Samuelsen (nevndarlimur), Sissal Christina Fosaa (nevndarlimur).

Hevur tú ein fyrispurning ella vilt koma í samband við Røkk, so ber til at senda okkum ein teldupost til: rokk(at)ruc.dk«