Nýtt farmaskip í flotan

Eitt farmaskip afturat er komið í føroyska flotan. Talan er um norska sjálvlossaran Fjordbulk Tað eru trý feløg ? tvey føroysk og eitt danskt ? sum ígjøgnum eitt nýtt felag hava keypt Fjordbulk.

Tey føroysku feløgini eru Sp/f Lón og P/f Articon. Nýggja felagið eitur Bal-Bulk.

Í løtuni er skipið í dokk í Noregi og verður liggjandi har í nakrar dagar afturat, áðrenn tað fer í rakstur.

Skipsmeklarafyritøkan Maretec hevur avgreitt skipakeypið, men keypararnir vilja ikki upplýsa keypsprísin. Nýggja farmaskipið fær heimstað í Tórshavn. Kelda og mynd: Skipini.com