Vágafólk ætla framhaldandi at vera við í fótbóltskappingini undir heitinum FS Vágar. Sjálvstøðugt felag við hesum navninum verður nú stovnað, og skal felagið ætlandi taka við spæliloyvinum í aðru mansdeild og kvinnudeildunum.
Tað eru fyrrverandi FS stuðlar, sum hava tikið stig til at stovna nýggja felagið, eftir at samstarvið, sum fyrr var millum fleøgini í Vágum um fótbóltin, er burturdottið.
Háost endalig loysn ikki er fingin á aktuella málinum um rættin at spæla í aðru deild, tykjast teir, sum nú hava tikið stig til nýgjga felagið, sannførdir um, at teir fáa spæliloyvi og sleppa at luttaka í aðru deild komandi kappingarár.
Stigtakararnir siga, at teir síggja fyri sær eitt fótbóltssamstarv í Vágum og á vestursíðuni á Streymoynni, sum kortini fer at eita FS Vágar.
Seinnu árini hava eitt nú vestmanna- og kvívíksdreingir leikt fótbólt við liðum úr Vágum, og er tað hetta smastarv, teir nú ynskja at menna, siga teir.
Stigtakararnir siga í tíðindaskrivi, at á fundinum fara teir at leggja fram uppskot til reglugerð, nevndarlimir og virksemi felagsins í nærmastu framtíð. Lagt verður upp til, at tey, ið møta á fundinum, skulu koma til orðanna og fáa gjørt sína ávirkan galdandi á nýggju byrjanina til samstarv um fótbóltin í økinum.