Enn hava tey ongan vøll og ongar spælarar, men tey hava stórar ambitiónir Eitt nýtt fótbóltsfelag hevur nú sæð dagsins ljós í Eysturoy.
Tað eru Jákup A Olsen á Toftum og aðrir, sum nú hava stovnað fótbóltsfelagið Ravnur FC.
Tey ætla ikki, at felagið skal knýtast at nøkrum ávísum plássi.
- Hetta er stutt og greitt eitt eysturoyarfelag, sigur Jákup Olsen avgjørdur.
Enn hava tey ongar spælarar og enn minni nakran heimavøll.
Tó hava tey søkt Runavíkar Kommunu um loyvi at brúka vøll og skiftirúm á Skála ella í Runavík, men tað málið er ikki avgjørt enn.
Fótbóltssamband Føroya hevur heldur ikki góðkent nýggja felagið, men umsóknin er latin inn og Jákup Olsen vónar at formligu viðurskiftini og FSF góðkenning verða avgreitt í februar.
Endamálið er at melda lið til í 3. deild næsta kappingarár, tí tað er á tí støðinum, at øll liðini skulu byrja.
Men hóast tey byrja bæði lágt og púrasta á berum, bagir ambitiónunum onki.
- Vit ætla at kempa okkum uppeftir og at enda í formuladeildini, sigur Jákup Olsen.
Men er ikki nóg mikið av fótbóltsfeløgum í Eysturoy og hví so eitt felag afturat?
- Eg havi í veruleikanum onki gott svar til handan spurningin. Tað, sum vit miðja eftir, at savna allar okkara kreftir um eitt einstakt lið og tað halda vit ger tað meiri áhugavert enn at vera í feløgum, sum hava eina ørgrynnu av feløgum, at hugsa um, sigur Jákup Olsen.