Nýtt føroyskt staklag

Herborg Torkilsdóttir gevur út nýtt føroyskt staklag

Herborg Torkilsdóttir hevur givið út eitt nýtt føroyskt staklag - “Eg uttan teg”.

Tað er upptikið í Varmløse Studio í Norðurjýlland.

 

Lagið er eitt atypiskt kærleikslag við  nógvum stuttligum orðaspæli- m.a. “Bakkafrost uttan laks er sum Posta uttan TAKS., Fressarnir uttan Terja er sum HB uttan verja”. 

Orðaspælið skal vísa, hvussu tómt lívið hevði veríð, uttan tann sum man elskar.

 

Orð og lag: Herborg Torkilsdóttir

Ljóðførði og framleiðsla: Jens Varmløse

Kór: Herborg Torkilsdóttir

Ljóðblanda: Jens Varmløse

Mastra: Hans Poulsen

 

https://youtu.be/yTEtytIrpCM