Tað gamla atlassið hevur verið fyri hørðum atfinningum, millum annað fyri mátan at stava landanøvn. Líkt var til at tvær ymiskar rættskrivingar reglur vóru til, onnur galdandi fyri landanøvn, og hin fyri onnur nøvn. Tí bleiv Chile í Suðuramerika til eitt undarligt Kili, og landið í Miðeystri æt Kuveit, meðan høvuðsstaðurin skrivaðist Kuwait.
Har aftrat ymisk løgin fyribrigdi, sum at nøkur fá tilvildarlig nøvn blivu ’umsett’, Cabo Verde bleiv Grønhøvdaoyggjar og Cape Town í Suðurafrika skrivaðist Høvdastaður. Í støðum blivu gamlir og foroldaðir formar grivnir fram, so sunnasta nesið í Norra æt Líðandisnes. Tað er soleiðis, at øll nøvn í allari Verðini hava ein týdning og ein uppruna. Limfjorden hevur einki við lím ella klistur at gera, men límstein, sum er kálk. Býurin í Jyllandi, Ikast, merkir takstræ-skógin, har I- er eitt gamalt Y- (taks), sum eisini er eitt gamalt rúnatekin. So, lat staðanøvnini vera, sum tey verða søgd og skrivaði í dag, alt annað er óðamannaverk.
Eintýdd og praktisk staðanøvn
Vit mugu ásanna. at staðanøvn í fyrsta lagi vera brúkt av praktiskum grundum til at finna veg og positión, at leggja rutur, at senda post og at hava skil á hvar í verðini tingini eru og hvar tingini henda. Í gerandisdegnum vísir tað seg at vera tørvur á nøkrum meginreglum, sum kunna leiðbeina skrivandi í at stava staðanøvn í útlondum.
Internationalt er hetta eisini eitt vaksandi krav. Tí sigur til dømis ”4. UN Conference on the Standardization of Geographical names”, at tíðin ”necessitates unambigouos reference in the naming of physical entities” ella, at tíðin ger tað neyðugt – uttan møguleikar at misskilja - at kunna vísa til nøvn á fysiskum eindum. Sama skjal ræður til, at standardiseringin av geografiskum nøvnum skal fremjast mest møguligt.
Fá nøvn í stóra útlandinum hava ein gamlan, konventionellan føroyskan form (Kjøpinhavn, Keypmannahavn, Oyrasund, París). Hetta kemst ma. av, at inntil fyri 100 árum síðani var lítið og einki skrivað á føroyskum um fremmand lond, og fáir føroyngar komu út at ferðast..
Flestøll nøvn í stóru Verð eru komin inn í føroyskt ígjøgnum onnur mál og lond, sum føroyingar hava havt nógv samband við. Her verður hugsað um bæði ferðing, handil, sigling, elektroniskar miðlar, bløð, tíðarrit og bókmentir. Soleiðis hevur serliga danskt, týskt og eingilskt havt sína ávirkan.
Og tað er einki løgið ella hættisligt í tí. Vanligt er í føroyskum talumáli at hoyra staðanavnaformar, sum hava sín uppruna í donskum, norskum ella týskum. Italien, Belgien, Albanien. Hesin formurin er ikki ’skeivur’, hann hevur bara ein annan uppruna enn: Italia, Belgia og Albania.
Uppskot til nakar høvuðsreglur í 10 punktum
Við tí fyri eyga at skapa størri precisión og standardisering, og at fylgja teim reglum, sum eru uppstillaðar av internationalum autoritetum á økinum, verður her eitt uppskot í 10 punktum lagt fram:
Høvuðsreglan er, at staðanøvn skrivast soleiðis, sum vanligt er í teim ymsu londunum.
Hetta er tað avgerandi høvuðsprincippið. Ikki pilka við, ikki brodera, ikki ’forbetra’, ikki gera meira ’føroyskt’. Í størsta parti av Heiminum er hetta einki problem. Har verður tað latínska (romanska) alfabetið brúkt. Hetta er galdandi í størsta parti av Europa, Norður- og Suðuramerika, mesta av Afrika og nakað í Asia.
Staðanøvn í øðrum londum skulu ikki ’umsetast’ til føroyskt.
Øll nøvn hava onkran týdning, og tað hevði ført til ein babylonskan forvirring at farið undir at umseta. Heldur ikki skulu endingar (sum oftast als ikki eru endingar) uppá –e koyrast í eina føroyska grammatikk, og hava –i ella –a í staðin. Útlendsk staðanøvn skula vanliga ikki bendast. Føroyska Heimsatlassið hevur nøkur sera óheppin dømir um hetta: Cabo Verde oyggjarna blivu til Grønhøvdaoyggjar, Cape Town kom at eita Høvdastaður. Côte d’Ivoire bleiv til Fílabeinsstrondin, men grannalandið Sierra Leone bara fekk broytt ta ’óføroysku’ endingina –e til eitt –a, Sierra Leona, sum er skeivt. Navnið er av sponskum uppruna og kundi lættliga verið umsett til Leyvufjøllini, men – lat vera.
Staðanøvn í øðrum londum skulu ikki arkaiserast (gerast ’gomul’).
Hesin tendensur hevur ofta verið sæddur. Summi hava til fragd at arkaisera ella brongla staðanøvn, og tosa um Róarskeldu í staðin fyri Roskilde; Áarósa staðin fyri Århus. Heimsatlassið hevur eisini Burgundarhólm, har Bornholm tó stendur í parentes. Somuleiðis Líðandisnes, sum er Lindesnes.
Talið á exonymum (fremmandum nøvnum) skal, um gjørligt, minkast.
Tað, at minka um exonymini, er ein afturvendandi áheitan frá øllum ST-tingingum um hetta mál. Fyrr var vanligt at hoyra um Godthaab og Sukkertoppen í Grønlandi. Nú eru hesi exonymir avloyst av Nuuk og Sisimiut. Á teim gomlu føroyakortunum stóð til dømis. Thorsvig og Glibre, men nú skrivar Kort & Matrikelstyrelsen Hósvík og Glyvrar. Hví skal so eitt føroyskt atlas framtúra við hesum?
Staðanøvn í øllum europeiskum londum, sum brúka tað latínska (romanska) alfabetið, verða sum høvuðsregla skrivaði soleiðis, sum siður og samtyktir eru í hesum londum.
Ein precisering av, at í europeiskum londum, ið brúka tað latínska alfabetið, eiga vit uttan nakrar broytingar ella bronglingar at skriva nøvnini soleiðis, sum tey verða skrivaði á teim ymsu officiellu málunum. Barcelona skal skrivast við –c-. Chelsey skal ikki verða Kelsi.
Har fleiri mál eru javnstillaði í einum landi, eiga vit í fyrsta lagi at brúka tað málið, sum er vanligasta fremmandamál málið í Føroyum.
Nøkur lond hava fleiri javnstillaði mál. Til dømis í Schweiz, sum hevur fýra mál. Viðvíkjandi Schweiz, so er týskt meira kent og brúkt millum føroyingar enn franskt, italienskt ella ræto-romanskt. Tí er natúrligt, at landanavnið í føroyskum fær tann týska formin: Schweiz. Men annars er at fylgja teim reglum, sum eru galdandi í landinum. Til dømis liggur Geneve í franskttalandi partinum av Schweiz, og skal tí ikki hava tann týska formin Genf. Í Danska Ríkinum er traditión fyri at respektera føroyskan og grønlendskan skrivimáta í Grønlandi og Føroyum.
Har lond hava eitt officielt høvuðsmál við fleiri dialektum ella minnilutamálum, verður sum høvuðsregla tað officiella høvuðsmálið brúkt.
Tá vit koma til henda problematikk, eru spurningarnir og møguleikarnir ótalligir. Tað veldst eisini um, hvønn politikk landið sjálvt førir á hesum øki. Fyrr var til dømis ikki vanligt, at írar kallaðu høvuðsstaðin annað enn Dublin, tí fólk flest í býnum tosaðu eingilskt. Í dag sæst geliska navnið Baile Atha Clialth ofta. Men møguleikin, at brúka eitt navn í parentes sum ískoyti, kann loysa problemið. Her verður atlit tikið til konventiónir og traditiónir. Hetta er serliga galdandi um lond, har landspartar liggja fjart frá hvørjum øðrum. Nøvn á regionalum málum ella dialektum kunnu setast í parentes. Dømi um land, sum hevur eitt officielt høvuðsmál er Spania, men katalanskt verður tosað í Katalonia. Galiciskt, sum meira líkist portugisiskum, verður tosað í Galicia. Baskiskt, sum ikki er í slekt við spanskt, í Baskaralandinum.
Har lond hava eitt europeiskt mál sum officielt mál, umsitingarmál ella lingua franca (sum dømir eru um í Afrika, Latínamerika og Asia), er reglan, at staðanøvn í hesum formi eru tey officiellu.
Nógv afrikansk lond hava verið europeiskar koloniir. Tey flestu hava fleiri afrikansk mál, men tey europeisku kolonimálini eru ofta blivin officiel mál. Soleiðis hava eingilskt, franskt, spanskt, portugisiskt og týskt eina serstøðu her. Fylgjan verður, at nøvn í Burkina Faso skrivast uppá franskan máta, til dømis Ouagadougou, og ikki Waggaduggu, sum sæst í týskum verkum.
Har onnur alfabet verða brúkt (kyrilliskt, grikskt, arabiskt, armenskt, georgiskt, hindi og onnur) verða tey umskrivaði eftir teim reglum, sum ST-stovnar anbefalla.
Her er ikki neyðugt ella ynskiligt , at nakar føroyskur stovnur fer at uppfinna nýggj serføroysk system.
Serligar reglur galda innan vísindalig ymisk fakøkir
Her verður hugsað um, hvat er rímiligt innan fakøkir sum arkeologi, søgu, søguligari geografi, kartografi og onnur, sum fást við gamlar staðanavnaformar.
Undirritaði heitir á fundin í Miðlahúsinum tann 19. mai 2010 at taka hetta uppskot til viðgerðar.










