Nýtt føroyskt akvavitt frá Einar's

Einars' Distillery er komið á marknaðin við einari serligari og avmarkaðari útgávu av Einar's Akvavitt, navnið er Cask Akvavitt.

Einars' Distillery er komið á marknaðin við einari serligari og avmarkaðari útgávu av Einar's Akvavitt, navnið er Cask Akvavitt.
– Cask Akvavitt hevur ligið og lagrað í serstøkum sherry og bourbontunnum í nakrar mánaðir. Úrslitið av lagringini er eitt gylt akvavitt og ein serstakur rundur smakkur við sherry og vaniljunotum, skrivar føroyska distillaríið í Klaksvík.

– Cask Akvavitt er vælegnaður sum snapsur, ella at njóta aftur við einari góðari máltíð.

##med2##

Cask Akvavitt er 40% í hálvliturs fløsku og fæst til keyps í avmarkaðari nøgd í Rúsdrekkasølu Landsins.