Leiðararnir í ES-londunum samdust í gjárkvøldið um at skipa eitt fíggjareftirlit, sum skal halda eygað við bankunum í teimum 17 evrulondunum. Stovnurin, sum skal hava tætt tilknýti til Evropeiska Miðbankan og bjargingargrunnin hjá ES, fer til verka næsta ár. Frakland og ES-nevndin høvdu ætlað, at bankin skuldu fara undir sítt eftirlit longu í januar, men Týskland bil heldur fara meiri hóvliga fram, sigur BBC.
Tað eru umleið 6.000 bankar í evrulondunum, men týska stjórnin heldur, at tað nýggja eftirlitið skal serliga leggja seg eftir at halda eygað við teimum størru bankunum. Eíggjareftirlitið fær heimild til at taka neyðug stig, um bankar skuldarbinda eg meiri, enn gott er.
ES-forsetin Herman van Rompuy (myndin), kunngjørdi í gjárkvøldið, at allir teir 27 ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES eru bodnir til Oslo í desember, tá ES fær ársins Nobelfriðarheiðursløn handaða.