Í nátt byrjar NFL

Nú eru bara fáir tímar til amerikanskur fótbóltur aftur verður at síggja á skíggjanum.

Amerikanskur fótbóltur, sum hevur havt vaksandi áhuga í Evropa síðstu árini og eisini hevur fingið nógvar fjepparar í Føroyum, verður nú aftur at síggja í sjónvarpinum.


Tað er nevniliga í nátt føroyska tíð, at fyrsti dysturin í nýggja kappingarárinum í bestu deildini, NFL, verður spældur. Dysturin er ikki bara ein og hvør hesaferð.


Talan verður nevniliga um endurtøku av Super Bowl frá síðsta kappingarári, nevniliga Denver Broncos ímóti Carolina Panthers. Í Super Bowl vann Denver Broncos 24-10.


Dysturin byrjar kl.01.30 føroyska tíð og verður vístur beinleiðis á 3+.